3 ár í helviti
3 ár í helviti
- Oktobur 2023 framdu Hamas og aðrir vápnaðir bólkar eitt álop á Ísrael. Sum tíðin fór at vísa, hevði hetta álopið størri ávirkan á gongdina í stríðinum millum Ísrael og Palestina, enn nakar hevði væntað. Meir enn álopið sjálvt, kom symbollikkurin av álopinum í stóran mun at avgerða llagnuna hjá pqlestinska fólkinum.
Henda greinin fer ikki at snúgva seg um álopið 7. oktobur, tað er longu í føroyskum miðlum vældokumenterað. Henda greinin fer at snúgva seg um tey trý árini eftir álopið, um tað sum er hent, sagt og logið, og mest av øllum tað, sum átti at verði sagt men ikki er. Í samfull trý ár hava vit veri vitni til eitt beinleiðis stroymt fólkamorð móti palestinska fólkinum, og óteljandi kríggsatsóknir og brotsverk í Gasageiranum, á vestaraáarbakka og í øðrum londum í miðeystri. Vit fara, við støði í hendingum, altjóða lóg, mannarættindafelagsskapum, útsøgnum og púra vanligum morali, at sláa fast alt fyri eitt, at søgan fer at vera til fyrimuns fyri palestinska frælsisstríðið, og hon fer avgjørt at fordøma Ísraelsku framferðini hesi trý árini.
Sum sagt 7. oktobur 2023 framdu Hamas og aðrir vápnaðir bólkar úr Gasageiranum eitt álop á Ísrael sum varð kallað Al Aqsa flood operatiónin. 1195 menniskju vórðu dripin, har av 828 vóru sivil, og 367 hernaðarfólk. Stutt eftir hendingina, vóru miðlar, politikkarar og aðrir greinarar skjótir úti og lýstu álopið sum eitt terror álop, og sum størsta álopið á jødar síðan annan veraldarbardaga.
Men hvat er terrorisma? Terrorisma er ikki eitt orð, sum hevur eina einkulta, viðurkenda allýsing. Tó er tað soleiðis at terrorisma oftast er mest einfalt lýst sum ólógligur harðskapur framdur fyri at røkka einum politiskum endamálið. Oxford Languages skrivar heilt einfalt, at allýsingin er:
“the unlawful use of violence and intimidation, especially against civilians, in the pursuit of political aims.”
Henda allýsing er ikki serliga nágreinilig, men virkar sum eitt gott byrjanarstøði.\ Var álopið 7. oktobur eitt terror álop? Eftir hesi allýsing er ongin ivi um, at álopið var eitt terror álop. Sum vit fara at koma til, er ongin ivi um, at partar av operatiónini hjá Hamas vóru ólógligir, her er serliga meint við, at summir Hamashermenn valdu sivil, sum mál, sum er ólógligt sambært altjóða lóg. Tá ið tað er sagt, er tað ikki so einfalt, sum her er lagt fram. Terrorisma er nevniliga ikki, sum vanliga brúkt, eitt juridiskt hugtak, men heldur eitt politiskt tól, eitt propaganda-tól. Ein kann spyrja seg sjálvan, hvussu tað ber til, at álopið hjá Hamas verður sæð sum terrorisma, meðan týningarkríggið hjá Ísrael, líka síðani, ikki verður. Er Ísraels týningarkríggj ikki eisini ólógligur harðskapur framdur fyri at uppnáa einum politiskum endamálið, og hevur Ísrael valt sivil, sum mál? Absolutt! Men USA og Ísrael eru statir, og arbeiða fyri trygdini hjá fólkinum í teirra landi, meðan Hamas er ein terrororganisatión. Tað, sum nógv gloyma, ella ikki vita um, er, at Hamas er stjórnarleiðslan í Gasageiranum, og umboðar á tann hátt í eins stóran mun trygdina hjá sínum fólki. Palestinska fólkið hevur eftir altjóða lóg rætt til vápnastríð móti Ísrael, eini ólógligt hersetandi makt, men óansæð hvussu Hamas útinnir henda rætt, eisini um bert hermenn vórðu dripnir, høvdu teir veri kallaðir terroristar Tað er torført at skilja og vita hvat palestinska fólkið skal gera, annað enn føra vápnastríð og í ringasta føri terrorismu, fyri at vinna sær tey rættindi tey hava uppiborið sum menniskju. Ísraelski journalisturin Gideon Levy, sum skrivar fyri Haaretz, skrivar í eini bók:
“The way of terror is the only way open to the Palestinians to fight for their future. The way of terror is the only way for them to remind Israel, the Arab states and the world of their existence. They
have no other way. Israel has taught them this. If they don’t use violence, everyone will forget about them. This is not hypothetical speculation; this has been proven in reality, again and again. When they are quiet, interest in their cause evaporates and fades from the agenda of Israel and the rest of the world. … The conclusion is harsh and terrifying: Only through terrorism will they be remembered, only through terrorism will they possibly obtain something. One thing is certain: If they put down their weapons, they are doomed.”
Terrorisma, sum altíð er forferdilig er av reinari desperatión, blivin ein strategi. Ikki bert fyri at vinna á Ísrael, men samstundis fyri at fáa heimin at vakna. Henda útsøgn er ikki ein stuðul av terrorismu ella Hamas. Tað er umráðandi at skilja munin, tí hvørki Hamas ella terrorisma eiga at verða stuðlað. Hetta er heldur ein realistisk observatión sum lýsir júst hvussu Ísrael hevur syrgt fyri at so nógvir palestinar líta á terrorismu at fría land og landsmenn sínar. Vit kenna søguna, vit kenna stríðið, og vit vita øll, hvat fær stríðið á globalu dagsskránna og í okkara dagliga kjak. Tað er ongin ivi um, at álopið á Ísrael 7. oktobur var forferdiligt. Var tað verri enn so nógv annað, sum vit í vesturheiminum gera og stuðla? Nei!
Longu sama dag sum álopið á Ísrael, 7. oktobur, byrjaði Ísrael sínar atsóknir í Gasageiranum. 232 vórðu dripin, og um 1600 særd.
Longu 8. oktobur lýsti vápnaði bólkurin Hezbollah í Libanon, samhugakríggsførslu móti Ísrael. Ísrael hevur líka síðani svara hart aftur, ofta í stríð við altjóða lóg sum vit koma inn á seinni. Joe Biden forseti í USA helt uppá at 7 oktobur vórðu 40 børn avhøvdaði. Nakrar dagar seinni trektu hvítu húsini útsøgnina aftur.
9.oktobur herdi Ísrael blokaduna á Gasageiran, og lýsti við blokadu á mat, medisin, vatn, bensin og elektrisitet. Verjumálaráðharrin í Ísrael, Yoav Galant segði
“There will be no electricity, no food, no water, no fuel – everything will be closed. ”
12 oktobur 2023, bert 5 dagar eftir álopið á Ísrael, hevði Ísrael dripið 1400 fólk í Gasa, fleiri enn Ísraelar dripnir 7. oktobur. 500 av hesum 1400 vóru børn.
27 oktobur. Ísrael hevði, síðani 7 oktobur framt umfatandi bumbuálop á norðarapart av Gasa, sivil vóru biðin um at fara suðureftir, men tær tryggu sonurnar í Gasa blivu eisini bumbaðar. Frá maj 2024 til januar 2025, vórðu tær humaniteru sonurnar í gasa raktar 97 ferðir.kelda27 oktobur byrjaði Ísrael eina hernaðar invasión av Gasa tá ið teir sendu hermenn eftir landi inn í gasa.
Longu í desembur 2023 vóru tilsamans 29.000 Ísraelskar bumbur sleptar á Gasa geiran.
29.desembur 2023 sendi Suður Afrika eina umsókn til altjóða dómstólin ICJ, sum ákærdi Ísrael fyri brot á fólkamorðskonventiónina og kravdi bráfeingis tiltøk at steðga atsóknunum.kelda.
Tá ið tað kemur til fólkamorðskonventiónina er ongin umbering fyri at ikki skilja hana, tí definitiónin av fólkamorði er bert nakrar linjur, tað er grein 2, í einum 4 síðu dokumenti. Hóast tað tykjast nógvir politikkarar við vilja ella ikki at misskilja hana. Grein 2 í fólkamorðskonventiónini sigur
“In the present Convention, genocide means any of the following acts committed with intent to destroy, in whole or in part, a national, ethnical, racial or religious group, as such:
(a) Killing members of the group; (b) Causing serious bodily or mental harm to members of the group; (c) Deliberately inflicting on the group conditions of life calculated to bring about its physical destruction in whole or in part; (d) Imposing measures intended to prevent births within the group; (e) Forcibly transferring children of the group to another group.”
Tað eru tveir partar í konventiónini. Fyrst eru fólkamorðsgerðirnar, og síðani er tann neyðuga intentiónin. Gjøgnumganga vit gerðirnar fysrt so síggja vit at
(a) Ísrael hevur dripið í minstalagið 70 túsund menniskju í Gasa í trý ár.
(b) 173 túsund palestinar eru særdir í Gasa, og PTSD, angst og depressión og annað trauma er sera útbreitt í Gasa sum úrslit av harðskapinum.kelda kelda
(C ) At gjøgnumganga allar gerðirnar sum hava skapt umstøður sum seta palestinska fólkabólkin í vanda er ógjørligt, men summi tøl eru sigandi. Bjargingar og uppbyggingar tørvurin í Gasageiranum er mettur at kosta 71.4 milliardir dollarar. Fleiri enn 50% av sjúkrahúsunum eru óvirkin. So gott sum allir skúlarnir eru oyðilagdir ella skaddir. Búskapurin hevur trekt seg við 84% og um 1.9 milliónir eru burturflutt. Ein fólkabólkur undir hesum umstøðunum er heilt greitt í vanda.kelda
(d) Gjøgnum eina systematiska oyðilegging av fertilitets klinikkum og av heilsuverkinum í Gasa sum heild, og blokaduna av neyðsynjarvørum sum mati og heilivági, hevur Ísrael seinastu trý árini forða fyri sunnari barnaføðing. Barnadeyði er vaksin nógv, og deyðfødd telja nógv sttørri part seinastu trý árini. Føðingar sum heild eru minkaðar við 41 prosentum. kelda
(e) Hetta er einasta punktið, sum vit ikki hava konkret prógv uppá. Vit hava tó fleiri útsagnir frá Ísraelskum leiðarum, sum eggja til etnisku útreinasanina av Gasa geiranum, til dømis til Egyptalands, og tá er hvussu so er vandi fyri at børn verða flutt frá einum bólki til ein annan.
Eftir at hava gjøgnumgingið punktini átti tað at veri greitt, at Ísrael hevur framt fólkamorðsgerðir, bert ein av hesum gerðunum má vera framd. Spurningurin sum eftir stendur er, eru hesar gerðirnar framdar við tí neyðugu intentiónini at uppfylla lógarligu krøvini fyri fólkamorð. Tann torføra uppgávan er ofta at prógva hesa intentiónina, men tað er ikki so torført sum ofta verður sagt. Tí uttan skotsikkurt prógv fyri intentiónini, er møguligt at prógva hetta gjøgnum gerðirnar og framferðarháttin til samans. Henda loysnin varð brúkt í fólkamorðsavgerðini um Srebrenica massakruna í 1995. Men hetta eyka stigið ella óbeinleiðis prógvið er als ikki neyðugt í hesum føri, tí tað finnast hundraðtals útsagnir frá Ísraelskum leiðarum, sum tilsamans lættliga uppfylla lógarligu krøvini fyri intentión um at oyðileggja ein fólkabólk.
Í umsóknini hjá Suður Afrika síggjast summar av hesum útsagnunum, og vit kunnu gjøgnumganga nakrar av hesum. Í umsóknini lesa vit:
“Prime Minister of Israel says: On 7 October 2023, in a televised address by the Government Press Office, Prime Minister Benjamin Netanyahu promised to “operate forcefully everywhere”
- On 13 October 2023, he confirmed that “[w]e are striking our enemies with unprecedented might …”440. On 15 October 2023, when Israeli airstrikes had already killed over 2,670 Palestinians, including 724 children441, the Prime Minister stated that Israeli soldiers “understand the scope of the mission” and stand ready
“to defeat the bloodthirsty monsters who have risen against [Israel] to destroy us”
- On 16 October 2023, in a formal address to the Israeli Knesset, he described situation as
“a struggle between the children of light and the children of darkness, between humanity and the law of the jungle”
443, a dehumanising theme to which he returned on various occasions, including: on 3 November 2023, in a letter to Israeli soldiers and officers also published on the platform “X” (formerly Twitter); the letter asserted that:
“[t]his is the war between the sons of light and the sons of darkness. We will not let up on our mission until the light overcomes the darkness — the good will defeat the extreme evil that threatens us and the entire world.”
444 The Israeli Prime Minister also returned to the theme in his “Christmas message”, stating:
“we’re facing monsters, monsters who murdered children in front of their parents … This is a battle not only of Israel against these barbarians, it’s a battle of civilization against barbarism”
- On 28 October 2023, as Israeli forces prepared their land invasion of Gaza, the Prime Minister invoked the Biblical story of the total destruction of Amalek by the Israelites, stating:
“you must remember what Amalek has done to you, says our Holy Bible. And we do remember”
- The Prime Minister referred again to Amalek in the letter sent on 3 November 2023 to Israeli soldiers and officers447. The relevant biblical passage reads as follows:
“Now go, attack Amalek, and proscribe all that belongs to him. Spare no one, but kill alike men and women, infants and sucklings, oxen and sheep, camels and asses.”
448 ”
“President of Israel: On 12 October 2023, President Isaac Herzog made clear that Israel was not distinguishing between militants and civilians in Gaza, stating in a press conference to foreign media — in relation to Palestinians in Gaza, over one million of whom are children: “It’s an entire nation out there that is responsible. It’s not true this rhetoric about civilians not
aware not involved. It’s absolutely not true… . and we will fight until we break their backbone.”
449 On 15 October 2023, echoing the words of Prime Minister Netanyahu, the President told foreign media that
“we will uproot evil so that there will be good for the entire region and the world”
- The Israeli President is one of many Israelis to have handwritten “messages” on bombs to be dropped on Gaza451 ”
“Israeli Minister of Defence: On 9 October 2023, Defence Minister Yoav Gallant in an Israeli army “situation update”
advised that Israel was
“imposing a complete siege on Gaza. No electricity, no food, no water, no fuel. Everything is closed. We are fighting human animals and we are acting accordingly”
- He also informed troops on the Gaza border that he had “released all the restraints”453, stating in terms that:
“Gaza won’t return to what it was before. We will eliminate everything. If it doesn’t take one day, it will take a week. It will take weeks or even months we will reach all places.”
454 He further announced that Israel was moving to “a full-scale response” and that he had “removed every restriction” on Israeli forces455. ”
Útfrá gerðunum, eggjan til kollektiva revsing, og framferðarháttinum hjá Ísraelska herinum og politikkarum sum heild, er greitt, at Ísrael hevur framt fólkamorð móti Palestinska fólkinum.
-
januar 2024 kom Altjóða dómstólurin ICJ við síni fyrstu avgerð í fólkamorðsmálinum, sum Suður Afrika hevði reist móti Ísrael. ICJ tók ikki støðu til, um Ísrael hevði framt fólkamorð, men staðfesti at palestinar í Gasa høvdu rættindi undir fólkamorðskonventiónini, sum Ísrael setti í vanda. Dómstólurin kravdi millum annað, at Ísrael skuldi taka øll neyðug stig fyri at fyribyrgja fólkamorðsgerðum, fyribyrgja og revsa almenna eggjan til fólkamorð og loyva neyðhjálp inn í Gasa.[kelda]
-
februar 2024 vórðu fleiri enn 100 palestinar dripnir, og fleiri hundrað særdir, tá ið túsundtals fólk savnaðust rundan um neyðhjálparlastbilar í norðara Gasa. Hendingin er síðani blivin kend sum “Flour massacre”. Ísraelskir hermenn skutu móti fólkamongdini.kelda
-
mars 2024 ávaraði IPC, altjóða stovnurin sum metir um matvørutrygd og hungursneyð, um at hungursneyð var fyri framman í norðara Gasa. Umleið 1,1 millión fólk, helvtin av øllum fólkunum í Gasa, vóru tá mett at liva undir katastrofalum matvørutroti. kelda
-
mars 2024 samtykti ST trygdarráðið samtykt 2728, sum kravdi eina vápnahvíld í Gasa undir Ramadan, sum skuldi føra til eina varandi vápnahvíld. USA, sum fleiri ferðir frammanundan hevði brúkt sín vetorætt móti líknandi resolutiónum, valdi hesaferð ikki at atkvøða. kelda
-
mars 2024 útgav ST sereygleiðarin av hersettu palestinsku økjunum, Francesca Albanese ein óheftur juridiskur ekspertur fyrstu rapportina sum ákærir Ísrael fyri at fremja fólkamorð. Í rapportini lesa vit:
“By analysing the patterns of violence and Israeli policies in its onslaught on Gaza, the present report concludes that there are reasonable grounds to believe that the threshold indicating that Israel has committed genocide has been met. “
This was already four months into the onslaught. Francesca Albanese was consequently bombarded with sanctions, death threats,s and raised doubt about her intentions and legal expertise. Regardless, she maintained a professional stance and never wavered in her principled approach to international law.kelda
apríl 2024 drap Ísrael sjey hjálparstarvsfólk hjá World Central Kitchen í álopum á bilarnar hjá felagsskapinum. Bilarnir vóru merktir við búmerkinum hjá World Central Kitchen, og felagsskapurin hevði samskift við Ísraelska herin um arbeiði.. kelda Eisini 1. apríl 2024 bumbaði Ísrael ein Iranskan konsulatbygning í Damaskus í Sýria. Fleiri limir í Iranska revolutiónsherinum vórðu dripnir, teirra millum høgtstandandi generalurin Mohammad Reza Zahedi. Álopið førdi til eina søguliga eskalatión millum Iran og Ísrael. kelda
mai 2024 kom ICJ við sínum triðja úrskurði í fólkamorðsmálinum hjá Suður Afrika móti Ísrael. Dómstólurin kravdi, at Ísrael beinanvegin steðgaði síni hernaðaratsókn og øðrum gerðum í Rafah, sum kundu skapa lívsumstøður fyri palestinska fólkið, sum kundu føra til tess oyðilegging, heilt ella lutvíst, ein sipan til fólkamorðskonventiónina. kelda
september 2024 Framdi Ísrael, eitt ólógligt terror álop á Libanon við at spreingja bipparar. Minst tvey børn vórðu dripin. Sjúrður Skaale kallaði hetta “ótrúligt fregnartænastu arbeiði…”
-
november 2024 gav Altjóða revsidómstólurin ICC út handtøkuboð móti Benjamin Netanyahu og fyrrverandi verjumálaráðharranum Yoav Gallant. Teir eru ákærdir fyri kríggsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini. Millum ákærurnar er at brúka hungur sum vápn móti sivilfólkinum í Gasa. kelda
-
desembur 2024 útgav Amnesty International eina djúpdagangandi rapport undir navninum
“‘You feel like you are subhuman’: Israel’s Genocide Against Palestinians in Gaza.”. Í henni koma tey til niðurstøðuna at Ísrael fremur fólkamorð í Gasa. Tey skriva:
“Through its research findings and legal analysis, Amnesty International has found sufficient basis to conclude that Israel committed, during the nine-month period under review, prohibited acts under Articles II (a), (b) and (c) of the Genocide Convention, namely killing, causing serious bodily or mental harm and deliberately inflicting on Palestinians in Gaza conditions of life calculated to bring about their physical destruction in whole or in part. The organization has also found sufficient basis to conclude that these acts were committed with the specific intent to destroy Palestinians in Gaza, as such, who form a substantial part of the Palestinian population. ”
Læknar uttan landamørk góvu út eina rapport 19. desembur 2024 undir navninum “Gaza death trap”, í henni siga tey frá fyrstahondseygleiðingum at Ísrael fremur fólkamorð. Tey gera tó greitt at tey ikki hava juridiskan autoritet at staðfesta intentión. Í rapportini siga tey:
“Our firsthand observations of the medical and humanitarian catastrophe inflicted on Gaza are consistent with the descriptions provided by an increasing number of legal experts and organisations concluding that genocide is taking place in Gaza. While we don’t have legal authority to establish intentionality, the signs of ethnic cleansing and the ongoing devastation—including mass killings, severe physical and mental health injuries, forced displacement, and impossible conditions of life for Palestinians under siege and bombardment—are undeniable. ”
Eisini 19. desembur 2024 góvu Human Rights watch út eina raport. ì henni koma tey til niðurstøðuna at Ísrael fremur fólkamorðsgerðir, sum møguliga eru framdar við neyðugu intentiónini at uppfylla lógarligu krøvini fyri fólkamorð. Í rapportini siga tey:
“Human Rights Watch concludes that Israeli authorities have over the past year intentionally inflicted on the Palestinian population in Gaza “conditions of life calculated to bring about its
physical destruction in whole or in part.”
This policy, inflicted as part of a mass killing of Palestinian civilians in Gaza means Israeli authorities have committed the crime against humanity of extermination, which is ongoing. This policy also amounts to an “act of genocide” under the Genocide Convention of 1948.
…The pattern of conduct set out in this report together with statements suggesting some Israeli officials wished to destroy the Palestinians in Gaza may indicate such intent.”kelda
Í juli 2025 gav Ísraelski menniskjarættindafelagsskapurin B’TSelem út eina report undir navninum “our genocide”. Niðurstøðan er greið, Ísrael fremur fólkamorð í Gasa. Í rapportini siga tey
“The review presented in this report leaves no room for doubt: since October 2023, the Israeli regime has been responsible for carrying out genocide against the Palestinians in the Gaza Strip. Killing tens of thousands of people; causing bodily or mental harm to hundreds of thousands more; destroying homes and civilian infrastructure on a massive scale; starvation, displacement, and denying humanitarian aid – all this is being perpetrated systematically, as part of a coordinated attack aimed at annihilating all facets of life in the Gaza Strip. Moreover, Israel’s decision to continue this assault despite countless warnings and ample evidence of its deadly consequences, combined with repeated public clarifications by Israeli policymakers that the target is the entire population of Gaza, demonstrate the intent of Israel’s political and military leadership to irreversibly destroy Palestinian life in the Gaza Strip. ”
- august 2025 Samtykti International association of Genocide Scholars at Ísraelsk brotsverk í gasageiranum uppfylla lógarligu krøvini fyri fólkamorð. Í avgerðini varð sagt at:
“…the government of Israel has engaged in systematic and widespread crimes against humanity, war crimes and genocide, including indiscriminate and deliberate attacks against the civilians and civilian infrastructure (hospitals, homes, commercial buildings, etc.) of Gaza…”
16 september 2025 Kom ein ST kanningarnevnd til niðurstøðuna at Ísrael fremur fólkamorð í Gasa. Í rapportini siga tey:
“…the Commission concludes that statements made by Israeli authorities are direct evidence of genocidal intent. In addition, the Commission concludes that the pattern of conduct is circumstantial evidence of genocidal intent and that genocidal intent was the only reasonable
inference that could be drawn from the totality of the evidence. Thus, the Commission concludes that the Israeli authorities and Israeli security forces have had and continue to have the genocidal intent to destroy, in whole or in part, the Palestinians in the Gaza Strip. 255. The Commission concludes that the State of Israel bears responsibility for the failure to prevent genocide, the commission of genocide and the failure to punish genocide against the Palestinians in the Gaza Strip. ”
19 februar 2026 útgav Francesca Albanese enn eina rapport sum ákærdi Ísrael fyri fólkamorð. Hesaferð slær hon fast at Ísraelska systemtatiska brúki av torturi, bæði í og uttan fyri varðhald uppfyllir krøvini fyri fólkamorð. Hon skrivar:
“In the present report, the Special Rapporteur on the situation of human rights in the Palestinian territories occupied since 1967 examines the systematic use by Israel of torture against Palestinians from the occupied Palestinian territory since 7 October 2023, encompassing custodial and non-custodial practices that meet the threshold for genocide under the Convention on the Prevention and Punishment of the Crime of Genocide. She documents how torture has become integral to the domination of and punishment inflicted on men, women and children, both through custodial abuse and through a relentless campaign of forced displacement, mass killings, deprivation and the destruction of all means of life to inflict long-term collective pain and suffering. A continuous, territorially pervasive regime of psychological terror is being imposed, designed to break bodies, deprive a people of their dignity and force them from their land. This is not incidental violence. It is the architecture of settler-colonialism, built on a foundation of dehumanization and maintained by a policy of cruelty and collective torture.”
- juni 2026 Ein ST kanningarnevnd kom til niðurstøðuna at Ísrael enn fremur fólkamorð og onnur brotsverk við at við vilja hava børn sum mál..kelda
Greiningar
Netanyahu er ikki trupulleikin; liberal sionisma er:
“Um nakað, so hevur mín kritikkur av Ísrael kanska verið í so harður í mun til almennu linjuna”
-Sjúrður Skaale
Soleiðis svaraði Sjúrður Skaale, tá ið hann varð spurdur, um hann fer ímóti flokslinjuni hjá Javnaðarflokkinum.
Men…
Sjúrður hevur í langa tíð, sum flest øll vita, treytaleyst stuðlað Ísrael, og hevur við sínum trongskygdu útsagnum og apatisku reaktiónum upp á palestinska líðing niðurgjørt eitt heilt fólk. Men ikki eiti á, nú skal hann vera millum størstu kritikkarar av Ísrael.
At hann meldar soleiðis út, er tó ikki heilt óvæntað. Liberalir sionistar eru eyðkendir við treytaleysum stuðli til ísrael, meðan teir samstundis krydda og rationalisera stuðulin við “Men Netanyahu er ikki so fittur”-líknandi útsagnum.
At Sjúrður nú so gjarna vil skýrast kritikkari av Ísrael, er kanska tí hann, blendaður av sionistiskari ideologi, hevur billað sær inn, at hetta er veruligur kritikkur av Ísrael. Ella hann baktryggjar seg við tí endamáli at fáa eitt betri valúrslit. Tað er eisini møguligt at hann nú ætlar at vassa langa teinin inn aftur, har hann grynnir(Ósannlíkt).
Óansæð, so er hetta ein stór misskiljing. Tí kritikkur av Netanyahu er IKKI kritikkur av Ísrael, tí Netanyahu er ikki trupulleikin! Hetta skal ikki misskiljast; Netanyahu er ein kríggsbrotsmaður og ein persónsgerðing av tí ringasta, sum sionisman hevur at bjóða. Men tað eru ísraelska kolonialistiska projektið sjálvt og tann ótrúliga stóri parturin av ísraelum, sum stuðla tess ræðuleikum, sum eru trupulleikin.
Norman Finkelstein plagar at siga, at fólkamorðið í Gasa er ikki eitt stjórnarprojekt, men eitt tjóðarprojekt. Hóast man ikki altíð er samdur við honum, tykist hetta beinrakið.
Tí ísraelski herurin er ikki umboðaður av eini serstakari partmongd av ísraelska fólkinum. Herurin er heldur ein aldurstvørskurður av borgarunum í Ísrael. Tað vil siga, at øll kenna onkran ella kenna onkran, sum kennir onkran, sum er aktivur partur av fólkamorðinum.
Eitt úrslit av hesum og sionistiska kolonialmentalitetinum er tann ísakalda apatiin ella frøin um palestinska líðing, sum hevur tak á Ísraelska fólkinum. Henda kemur væl til sjóndar í spurnarkanningum:
At Ísrael ikki ferð nóg hart fram ella júst nóg hart fram í Gasa. Tað søgdu 74% av ísraelum í maj 2024.1
Í februar 2024 sást í eini spurnarkanning, at 68% av spurdu jødunum í Ísrael vóru ímóti, at neyðhjálp kom inn í Gasageiran2.
Eisini úrslitini av eini spurnarkanning vórðu útgivin í maj 2025 í ísraelska Haaretz. Hesi vístu, at 82% av spurdu jødunum í Ísrael stuðlaðu burturflytingini av øllum fólkunum í Gasa. Eisini søgdu 47% at Ísrael skal drepa allar íbúgvar í býum, sum tað hertekur.3
Kritikkarar av spurnarkanningini vísa á eina aðra spurnarkanning, har hetta fyrra talið var lægri, tó enn ótrúliga høgt, 53%.4
Í eini aðrari spurnarkanning svaraði yvir helmingurin av spurdu jødunum í Ísrael, at teir eru “Not at all troubled” av søgum um hungur og líðing hjá palestinum í Gasa.5
Hesar meiningar, sum eyðkenna almannahugsanina í Ísrael, og altíð hava gjørt tað, vísa saman við søguni, at tað einasta, sum Ísraelska “demokratiið”, sum Sjúrður reypar so nógv av, hevur prógvað, er, at tann parturin, sum hevur atgongd til tað, hevur valt kúgan av palestinum ferð eftir ferð, síðani Ísrael varð sett á stovn.
Onki av tí omanfyri nevnda er eitt úrslit av jødadómi. Hetta hevur onki við jødadóm at gera. Henda andstyggiliga vanvirðingin av palestinskum lívum og rættindum er harafturímóti eitt ósvitaligt úrslit av sionismuni.
Ein kann, hóast Sjúrður ikki er samdur, saktans vera anti-sionistur uttan at vera anti-semittur. Tað eru heldur tey, sum hála jødadómin niður á allar lægsta støðið, støðið hjá sionismuni, hjá Ísrael, sum vanvirða jødadómin.
Fólkamorðið í Gasa er ikki úrslitið av einum malplaseraðum psykopati sum Netanyahu, sum ger “feilir”, sum Sjúrður plagar at siga. Men heldur av nógvum áratíggjum av heilavasking, rasismu, apartheid og kolonialismu.
At siga, at Netanyahu er trupulleikin, er tí at síggja burtur frá, at ein so stórur partur av ísraelska fólkinum stuðlar ræðuleikunum. Tað slepst heldur ikki undan at viðurkenna, at felagsnevnarin er sionisman!
Tað er tí umráðandi at hava í huga, at kritikkur av Netanyahu er altíð kærkomin, men hann er ikki kritikkur av trupulleikanum - Ísrael.