Um

Sosialisturin er ein politisk verkætlan, ætlað at veita eini vaksandi føroyskari sosialistiskari rørslu tey neyðugu amboðini at fremja eitt dygdargott, viðvarandi og støðufast klassastríð í føroyum og á altjóða pallinum.

Sosialisturin er bygdur á ta sosialistisku heimsfatanina og tær grundreglurnar, sum fylgja við, millum annað anti-kapitalismu og anti-imperialismu. Vit stremba eftir at halda eina sterka og stranga sosialistiska linju í øllum útgávum. Sosialisturin er ikki ein óheft verkætlan. Vit taka sterkt frástøðu frá fatanini at ein tíðindastova kann virka uttan eitt bias; allar hava eitt bias, og vit velja at ikki goyma okkara. Vónin er at Sosialisturin kann viðvirka til eina endurreisn av føroysku sosialistisku rørsluni, ein endurreisn, sum er meira umráðandi enn nakrantíð.