3 ár við fólkamorði
Í dag hevur Ísraelski herurin, eftir boðum frá politisku leiðsluni og við nærum treytaleysum stuðli frá Ísraelska fólkinum, í samfull trý ár framt fólkamorð ímóti palestinska fólkinum í Gasageiranum.
Longu fimm dagar eftir 7. oktobur 2023 hevði Ísrael dripið fleiri menniskju enn Hamas og aðrir vápnaðir bólkar drupu henda dagin. Nú trý ár seinni svara deyðstølini til minst 68 dripin um dagin har av 18 børn um dagin.
Nógv er at læra av politisku, journalistisku og menniskjaligu handfaringini av hesum beinleiðis stroymda fólkamorðinum, tí ófatiliga nógv er hent, sagt og logið seinastu trý árini. Tann størsta villan er tó ikki tað, sum er sagt, men tað, sum ikki er sagt; apatiin tykist hjá teimum flestu at ráða.
Gamaní kann tað vera skaðiligt at Sjúrður Skaale, og Jenis av Rana stuðla Ísrael, men restin, tey sum liggja millum “samhuga við palestina” og tey 10.000 sum atkvøddu fyri Sjúrði, tey gera størstan skaða, tey loyva sionistunum ein platform, ein, sum lættliga, við rætta vilja, kundi veri niðurbrotin.
Sionistar í føroyum hava hesi seinastu trý árini prógva, at politisku ásarnir røkka ikki útum fatanina at fólkamorð er í lagi, men at teir heldur eru umfevndir av henni.
Tann politikkurin sum í føroyum skavar inn flest atkvøður er ein hatursfullur politikkur; at vit hava ein íbornan góðleika meðan onnur eru ónd; at vit hava rætt at liva meðan onnur eru neyðug offur. Politikkurin er bygdur á og styrktur av blóði og líðing í t.d. Palestina, Libanon og Iran. Tá hesin politikkur er grundarsteinurin undir mest fruktagóðu politisku strategiini í einum landið, hevur fólkið eitt stórt forkláringsproblem.
At apartheid staturin Ísrael, við eitt, fekk stuðul, pengar í lumman og blóð upp á tonnina hevur seinastu trý árini havt katastrofalar avleiðingar fyri verulig menniskju, og tað er okkara skylda at tala at. Ísrael steðgar ikki við Gasa, 5 onnur lond hevur Ísrael ólógliga bumba, samstundis sum ein stór útvíðkan av búsetingum á vestara áarbakka er farin fram.
Um bumbuálop av onkrari grund ikki byrta nóg nógv undir tína øsing, so kanska tortur metodur brúktar móti børnum ella neyv snigskjútta skot í kynsgøgnini hava eina størri ávirkan; hesi eru nevniliga eisini í Ísraelska amboðskassanum.
Mín áheitan er tí, um tú ikki ivast í at tú hevði talað at nasismuni í seinastu øld, so prógva tað nú; fólkamorð er fólkamorð óansæð hvør fremur og hvør verður raktur.
Frælsi til Palestina!