Akademiskt snobbarí og fólkamorðsavnoktan
Lesarabræv um samrøðuna hjá Barbaru Holm og Heina í Skorini um Gasa.
Í eini nýggjari samrøðu á frihedsbrevet viðgera Barbara Holm og Heini í Skorini fólkamorðið í Gasa, men samrøðan er serliga eyðkend við misskiljingum, akademiskum snobbaríi og fólkamorðsavnoktan.
Barbara Holm setur í byrjanini av samrøðuni longu skeiva premissu tá ið hon lýsir “stríðið” sum eitt ótrúliga komplekst mál. Samstundis kemur ongin mótstøða frá Heina tí viðvíkjandi; hann arbeiðir útfrá júst hesi premissu.
Barbara Holm ger eisini av at lyfta Heina upp um øll onnur. Gamaní er hann serfrøðingur, men at niðrandi sipa til onnur sum sjálvútnevndir serfrøðingar er óerligt, tí tey sum hava sterkar meiningar um evnið skilja, at tú noyðist ikki at vera serfrøðingur fyri at vera ímóti fólkamorði; fyri Heina vísir tað seg nokk heldur at vera ein vansi.
Heini ger, við eitt, sína støðu greiða, hann kallar fólkamorðið fyri kríggj. Barbara Holm nevnir ikki fólkamorð við einum orði í samrøðuni og tað ger Heini eiheldur.
Handan lýsingina av fólkamorðinum, sum kríggj, liggur ein fólkamorðsavnoktan; at ikki nevna fólkamorð er at avnokta fólkamorði, tí um Heini helt tað vera fólkamorð hevði hann kallað tað fólkamorð.
Fólkamorðsspurningurin er nevniliga so langtsíðani svaraður at eitt svar annað enn eitt játtandi krevur eina fúla vanvirðing fyri altjóða lóg og mannarættindum.
Heini brúkar annars so gott sum alla samrøðuna at sláa fast at søgan hevur týdning, t.e. líðingarsøgurnar hjá báðum síðum.
Men fjalt handan hetta argumentið um vantandi nuansur, er veruliga argumentið hjá Heina, at líðingarsøga Ísraels á onkran hátt hevur ávirkan á moralska virðið á Ísraelskum gerðum í dag. Hann tykist tó ikki leggja dent á at líðingarsøgan hjá palestinum, sum ikki bara er søga, men var eisini nútíð 6. oktobur 2023, kann brúkast at skilja álopið 7. oktobur.
Og tað er ein ófatilig misskiljing sum einans kann spretta úr einum akedemiskt snobbutum søgufrøðiligum sjónarhorni; at vit kunnu ikki vita nakað uttan at skilja søguna í detaljum. Tað er bara als ikki rætt, tí fólkamorð í dag skal ikki og má ikki skiljast í søguligum konteksti. Eitt fólkamorð noyðist ikki nakran kontekst; tað er altíð skeivt.
Júst sum “traumaði” hjá týska fólkinum í 30’unum onga vekt skal hava á moralsku ella juridisku fatanina av Holocaust, skal Holocaust onki vekta í greiningum um fólkamorðið í Gasa.
Heini nýtir eisini í samrøðuni, sum Sjúrður Skaale ofta hevur, fintuna at leggja upp til at meiningarnar hjá samhugarørsluni eru skaptar av brutalum myndum á sosialum miðlun. Hetta leggur upp til, at tað sum liggur handan samhugarørsluna er ekstremt stimuli heldur enn eitt politiskt og juridiskt forstáilsi fyri støðuni.
Heini spyr í samrøðuni “Hví síggja vit ikki somu demonstratiónir í samband við kríggið í Ukraina”, men hann gloymir tað opinlýsa svarið, at kríggið í Ukraina er eitt stríð millum vesturlendskar politikkarar og Russland. Vesturlendski borgarin hevur ongan at ávirka. Fólkamorðið í Gasa er í vesturheiminum eitt stríð millum vanliga borgaran, og teirra politikkarar, sum brúka teirra pengar at fíggja, stuðla og verja eitt fólkamorð.
Fyri at taka samanum er ongin ivi um, at Heini í Skorini veit nógv um søguna í Palestina-Ísrael, men tað hjálpir honum ikki í nóg stóran mun at skilja ella formidla tað sum gongur fyri seg í dag. At velja, í hesi støðuni, eitt báðar-síður-argument um líðingarsøgur og so framvegis er júst so tónadeyvt sum at í 1943 tosa um líðingarsøguna hjá týskarum í 30’unum fyri at skilja Holocaust.
Lurta eftir samrøðuni her: 1