← Tíðindi
Tíðindi

Amerikanski staturin privatiserar Venezuela

Um privatiseringar í Venezuela og broytingar í almenna sektorinum.

Síðani januar tá ið Nicolás Maduro sitandi forsetin í Venezuela varð ólógligt kidnappaður av amerikanska statinum, hevur tann nýggja stjórnin arbeitt við hópprivatiseringum í annars stóra almenna sektorinum.

Tá ið Hugo Cháves kom til maktina í 1999, byrjaði tann Bolivariska kollveltingin. Tað almenna yvirtók lykla sektorar, við vón um at skapa eitt betri samfelag fyri vanliga borgaran. Nicolás Maduro førdi kollveltingina víðari í verki.

Tað hevur ikki altíð gingið líka gott í Venezuela, men tað er ógjørligt at gera eina rættvísa meting, tí Venezuela hevur veri eitt av mest sanktioneraðu londunum í heiminum. Venezuela hevur nevniliga virkað undir ólógligum amerikonskum sanktiónum líka síðani 2005.

Delcy Rodriguez er nýggi forsetin í dukkustjórnini hjá amerikanska statinum í Venezuela. Hon hevur seinastu mánaðirnar gjørt júst eftir ynskjunum hjá amerikonsku stjórnini. At loyva privatum aktørum inn í oljuvinnuna og aðrar almennar vinnur, er naglin í kistuni hjá Bolivarisku kollveltingini.

Bæði í Kuba og Venezuela týðir støðan í dag uppá, at amerikanski staturin fær júst tað hann hevur ynskt líka síðani hesi londini tordu at royna at skapa eitt betri samfelag, nevniliga at hesar skipanir verða niðurbrotnar, avtiknar og seldar til privatan og serliga amerikanskan kapital.

Les meira:

[1]

[2]