Tíðindi
Amerikanskur ambassadørur hóttir við at koppa stjórnini í Grikkalandi
Kimberly Guilfoyle, amerikanski ambassadørurin í Grikkalandi, sigst hava hótt við at koppa stjórnini í Grikkalandi.
Í eini samrøðu frá mars millum Amerikanska ambassadørin í Grikkalandi og Grikska orkumálaráðharran, sigst í eini rapport hjá The Wall Street Journal, at Kimberly Guilfoyle, ambassadørurin, hótti við at koppa stjórnini í Grikkalandi.
Kimberly Guilfoyle segði, í eini samrøðu um politiska ruðuleikan í Rumenia, at “We can do that to any country we want. We can do that here”.
At Amerikanski staturin ávirkar valúrslit og politikk sum heild í øðrum londum er als ikki nakað nýtt. Ein serfrøðingur Don Levin sigur at millum 1946 og 2000 hevur USA ávirka útlendsk val meira enn 80 ferðir, í nógvum londum.