← Ástøði
Ástøði · Sosialistiskt ástøði

Hvat er Kapitalisma?

Fyrsti partur í røðini um sosialistiskt ástøði.

Vælkomin til fyrstu grein í røðini um sosialistiskt ástøði. Henda røðin er ætlað sum ein innleiðandi leiðbeining til sosialistiska søgu, ástøði og organisering. Endamálið er, at skapa eitt hjálpartól til ideologiska útvikling, serliga ætlað til at uppbyggja eina føroyska sosialistiska rørslu. Ert tú áhuga ella áhugaður í, at hoyra um og skilja ástøði handan eina av mest týðandi politisku ideologiium í menniskja søguni, er vert at fylgja við í hesi røðini.

Endamálið við røðini er, at veita eina fatan av sosialismu, sum er bygd á hennara ástøði og søgu, heldur enn ta frásøgu sum nú so leingi hevur verið dominerandi, ein frásøga sum málar sosialismu sum eina andstyggiliga ideologi. Síðani kalda kríggið, hevur henda frásøga dominerað miðlar, politiska pallin og enntá í skúla skipanini. Sjálvt orðið sosialisma skapar ótta, ein ótta fyri at sosialisman úr seinastu øld endurtekur seg.

Hetta orðið er nevniliga ikki einans eitt orð, men slagorð fyri tí, sum vit í vesturheiminum meta at vera ógvusligastu brotini á mannarættindi, sum heimurin hevur upplivað. Frá Sovjetsamveldinum undir Stalin til kommunistiska Kina undir Mao, hava vit øll hoyrt ræðusøgur um fólkamorð, hópmorð og stálhondina, sum slóð niður á ein og hvønn sum traðkaði út um ómenniskjaligu reglugerðirnar, settar av kommunistisku flokkunum.

Í hesi røðini fara vit at leggja fram eina fatan, sum víkir frá hesi púra vanligu og í vesturheiminum, dominerandi, frásøguni. Vit fara í røðini bæði at forklára hvat sosialisma er og hvat hon ikki er. Vónandi gevur hetta ein møguleika fyri eini meira nuanceraðari fatan av ideologiini

Vit fara at síggja, at sosialisma er ikki, sum tað ofta verður lýst, ein utopiskur dreymur, ella sum ofta verður sagt, gott í teoriini men riggar ikki í verulleikanum. Tí sum vit fara at síggja, er sosialisma ein ideologi sum hevur umskapt samfeløg, lyft milliónir úr fátækradømi, lagt lunnar undir eina ófatiliga heimsbroyting í seinastu øld og skapt tað, sum kann sigast at vera nøkur av mest jøvnu, best sosialt organiseraðu samfeløgunum sum heimurin nakrantíð hevur sæð. Merkir hetta at sosialisman í seinastu øld var feilfrí, nei als ikki. Sosialisman í seinastu øld var, sum allar aðrar menniskjaligar skipanir, kaotisk og full í skeivum avgerðurm, men júst tað gevur okkum enn betri møguleika, við nógvum lærdómun, at skapa eitt betri samfelag

Francis Fukuyama segði at endin á søguni var rokkin, tá ið kommunisman varð koppað í 1991. Neoliberalisman, sum vit eisini fara at viðgera seinni í røðini, sigraði, og tað varð sagt at politiska søguliga menningin endaði við hennara sigrið.

Hendan røðin vil gera upp við hesa fatan.

Í hesum fyrsta parti fara vit, ikki at tosa um sosialismu, men um kapitalismu. Hetta er tí, at tað er ógjørligt at skilja sosialismu, uttan at skilja júst teir trupulleikarnar sum eru í dagsins skipan, kapitalismu.

Karl Marx, sum ofta verður sagdur at vera faðirin at modernaðum sosialistiskum ástøði, setti sær fyri at skilja ta skipanina, sum tá ið hann livdi í 19. øld, var rættiliga nýggj, ta kapitalistisku skipanina.

Franska kollveltingin, sum byrjaði í 1789 gjørdi av við ta evropeisku feudalismuna, og innsetti við flottum orðum um frælsi, javnstøðu og brøðralag, tað fyrstu vítt fevnandi kapitalistisku samfelagsskipanina. Kapitalistisk organisering var ikki uppfunnin undir kollveltingini, ymsir formar av kapitalismu vóru at síggja í ymiskum økjum væl áðrenn, men kollveltingin skapti ein týðandi sigur fyri kapitalistisku samfelagsskipanina, sum skjótt spreiddi seg til alt evropa og seinni til allan heimin.

Marx skilti kapitalismuna sum eitt ófatiliga framskygt stig eftir dominerandi feudalismuna. Marx og Engels skriva í kommunista manifestinum:

“The bourgeoisie, historically, has played a most revolutionary part.”

og

“The bourgeoisie, during its rule of scarce one hundred years, has created more massive and more colossal productive forces than have all preceding generations together.”

Teir vóru væl vitandi um, at eigaraklassin hevði havt ein kollosallan týdning í menningini av framleiðslu kreftunum, og harvið eisini ein revolutionæran týdning fyri menniskju.

Men Marx beyt serliga merki í, at lyfti um frælsi og javnstøðu ikki bleiv uppfylt. Úr hesum sprettir Marxistiskt ástøði, fundamentið undir øllum úrslitagóðum sosialistiskum samfeløgum.

Tittulin á hesum fyrsta parti, kann tí forklárast við einari av mest útbreiddu misskiljingunum um sosialistiskt og Marxistiskt ástøði. Nevniliga, at hesi snúgva seg einans um hvussu eitt ideelt sosialistiskt samfelag sær út. Heldur enn tað, er Marxisma eitt ástøði um kapitalismu. Karl Marx, í Das Kapital, lýsti ógvuliga neyvt, hvussu kapitalistiska samfelagsskipanin virkar, og tað verður útgangsstøði í hesi røðini.

Tað er vert, áårenn vit fara í djúpdina við tekniskum detaljum um kapitalismu, at leggja fram, trý eyðkenni, sum vit øll kenna frá dagsins skipan. Hesi trý eyðkenni eru ikki ein allýsing, men heldur partar av skipanini, sum vit øll skilja og eru partur av í dagligdegnum. Hesi eru

  • Marknaðir
    • Hetta skal ikki misskiljast, marknaðir vóru ikki nýggir í kapitalismu, men at framleiðsla var organiserað til eittans endamál, at framleiða vørur at selhja á marknaðinum heldur enn til vanligt forbrúk, varð útbreitt undir kapitalismuni.
  • Lønar arbeiði
    • At arbeiðarin ikki hevur atgongd til framleiðslutólini, setir hann í eina støðu at vera noyddur at selja sína arbeiðskraft. Hann er ikki ogn hjá einum slavueigara, ella juridiskt bundin at framleiða fyri aðalin, men hann er bundin at selja arbeiðskraftina fyri at endurframleiða seg sjálvan.
  • Privatur ognarskapur av framleiðslutólunum
    • Arbeiðarin eigur ikki framleiðslutólini, hóast tað er hann sum brúkar tey. Ein eigaraklassi hevur ræði á teimum, og velur hvønmn hann setur at virka tey.

Hetta eru heilt yvirfladiskt tey eyðkennini, sum sosialistar vilja gera upp við.

Faðirin at Kapitalismu, sum hann ofta verður nevndur, Adam Smith, sum livdi í 18. øld, menti eitt ástøði um virði, arbeiðsástøði um virði ella labour theory of value. Hetta er tað ástøði sum Marx tók til sín, og víðari menti í Das Kapital.

Fyri at skilja hetta ástøði, er umráðandi at skilja hvat ein vøra er í Marxistiskum høpi. Marx skrivar í fyrsta kapittuli og fyrsta bindi av Das Kapital:

“A commodity is, in the first place, an object outside us, a thing that by its properties satisfies human wants of some sort or another… The utility of a thing makes it a use-value… Exchange-value, at first sight, presents itself as a quantitative relation… in which use-values of one kind exchange for use-values of another kind.”

Tað vil siga, at ein vøra er eitt ting, sum uppfyllir onkran menniskjaligan tørv, og er tí eitt brúksvirði, sum samstundis hevur eitt umbýtingarvirði. Hetta er Marxistiska allýsingin av eini vøru.

Tað sum arbeiðsástøðið um virði ger greitt, er at virði á einari vøru er bestemmað av sosialt neyðugu arbeiðstíðini at framleiða vøruna. Sosialt neyðug arbeiðstíð, kann skiljast sum miðal tíðin í einum samfelag at framleiða hesa vøru. Tað vil siga, at um ein bakari brúkar 5 ferðir miðaltíðina at baka eitt breyð, so er virðið á breyðinum ikki 5 ferðir so høgt, men hevur sama virði sum onnur breyð bakaði í sosialt neyðugu arbeiðstíðina tildømis ein tíma.

Marx ger tó eisini greitt, at prísir kunnu flukturera runt um hetta virði eftir útboðið og eftirspurningi. Í bókini Values, Price and Profit sigur hann:

“The market price of a commodity may stand above or below its value, but these deviations are constantly oscillating… Supply and demand regulate nothing but the temporary fluctuations of market prices. They will explain why market prices rise above or sink below value, but they can never account for that value itself.”

Hetta ástøði varð av búskaparfrøðingum skumpa til viks seinast í 19. øld, og búskaparfrøðingur fluttu seg til eitt og sama ástøði um virði og prís. Ein sera ideologisk avgerð, um man leggur til merkis at hetta ástøði ikki roynir ella kann lýsa virði á eini vøru.

Fyri at skilja hvussu kapitalistiska framleiðslutilgongdin, t.e. hon sum definerar kapitalistisku samfelagsskipanina, riggar, er vert at greina hvussu handil fyrr hevur gingið fyri seg.

Áðrenn pengar vóru nýttir at keypa fyri, vóru vvørur býttar beinleiðis um við aðrar vørur. Til dømis kundi ein bakari býta tvey breyð um við eina blusu. Tað kann skrivast sum C býtt við C, har C stendur fyri commodity ella vøra. Tað sum eyðkendi hetta slagið av handli var, at vørurnar vóru býttar til beinleiðis brúk.

Seinni tá ið pengar vórðu nýttir sum miðil at gjalda fyri vørur, kundi tú býta eina vøru sum tú hevði framleitt C, við eina mongd av pengum M, sum tú kundi goyma og seinni nýta at keypa eina aðra vøru C. Enn varð handilin útførdur við eittans endamáli, at forbrúka keyptu vøruna.

Síðani, tá ið handilsmenn byrjaðu at flyta seg millum øki og lond, kom eitt nýtt slag av handli. Hesir handilsmenn byrjaðu við eini mongd av pengum M, síðani keyptu teir eina vøru C, og seldu hana so fyri M’, har M<M’. Hetta er at pengar verða nýttir at skapa meira pengar, sum er at pengar verða nýttir sum kapitalur.

Pengar nýttir sum kapitalur er ikki útilokandi til kapitalismu. Men hetta er fyrsta stigið at skilja kapitalistisku framleiðslutilgongdina. Hyggja vit nærri at framleiðslutilgongdini í einum kapitalistiskum samfelag, síggja vit júst hvussu henda tilgongdin gongur fyri seg.

Í einum kapitalistiskum samfelag, býta Marxistar borgarar í tveir høvuðsklassar, tað eru arbeiðari, og kapitalistur. Hvønn klassa tú hoyrir til er ikki bestemmað av hvussu nógv tú tjenar, sum klassar ofta verða lýstir innan samfelagsfrøði, men hvørja relatión tú hevur til produktiónsmiðlarnar.

Livir tú av at selja tína arbeiðskraft, so ert tú arbeiðari, meðan livir tú primært av investeringum, leigu, rentum osv., tað vil siga at eigur tú produktiónsmiðlar, so ert tú kapitalist. Henda uppbýtingin er her heilt grovt løgd fram.

Í kapitalismu, byrjar ein kapitalistur við eini mongd av pengum M. Hetta kann tildømisw vera eitt lán, ein uppsparing ella arvur. Hesin kapitalisturin keypir síðani eina vøru C. Hendan vøran er bæði produktiónsmiðlar MP, og arbeiðskraft L. Henda vøran, tað eru produktiónsmiðlarnir, sum eisini verða kallaðir konstantur kapitalur, og arbeiðskraftin, sum eisini verður kallað variabel kapitalur, fara síðani saman í eina produktiónstilgongd P, og út í hinum endanum kemur ein liðugt framleidd vøra C’. Henda vøra verður síðani seld fyri eina mongd av pengum M’, har tað er umráðandi fyri kapitalistin at M<M’.

Men hvar kemur hendan virðisøkingin frá? Hvar kemur munurin millum M og M’ frá? Produktiónsmiðlarnir kunnu ikki skapa eina virðisøking, hesir liggja púra stillir uttan at onkur virkar teir. Tað vil siga, at virðisøkingin má koma frá arbeiðskraftini. Tí fær ein arbeiðari bert arbeiði frá einum kapitallisti, um hann, við kontrakt, skapar meira virði fyri kapitalistin enn kapitalisturin gevur honum aftur í løn.

Hesin frymilin verður eisini kallaður “general formula of capital”

Hetta er útnyttingin av arbeiðaranum undir kapitalismu, og tað virði sum arbeiðarin gevur kapitalistinum verður kallað S(surplus value ella meirvirði) og tað er likvið M’ minus M.

Hetta førir til eina hugmyndafrøðiliga avleiðing av Marxistiskari búskaparfrøði, um arbeiðarin skapar virðisøkingina, meðan kapitalisturin ognar sær hana so er hesin privati ognarrætturin av framleiðslutólunum grundarlag undir útnyttingini av arbeiðaranum.

Í eini kapitalistiskari skipan, arbeiðir arbeiðarin, ein part av arbeiðsdegnum fyri sína løn, og restina fyri meirvirði hjá kapitalistinum

Sosialistar býta ofta eina samfelagsskipan í tvey, tað eru tann økonomiska basan, og superstruktururin. Økonomiska basan er framleiðslu miðlarnir og reælatiónirnar til teir. SUperstruktururin eru tey eyðkenni og tær skipanir sum ikki beinleiðis eru framleiðsla, sum ein ideologisk paradigma t.e. skúlaskipan, miðlar, átrúnaður, list, politikkur osfr. Tað sum er spennandi, er ikki uppbýtgingin sjálv, men hvussu partarnir ávirka hvønn annan. Økonomiska basan, kapitalistiska økonomiska skipanin í dag, gevur uppreisn til eina ávísa samfelagsideologi, og henda ideologiin myndar allar institutiónir. Alt sum liggur uttanfyri henda superstrukturin verður sæð sum skeivt, sum konspiratiónsteoriir ella sum farandi í móti menniskjansdnáttúru. Alt sum liggur innanfyri verður sæð sum menniskjans náttúra, og hetta er hóast, hesin kapitalistiski superstruktururin einans hevur dominerað í nøkur hunndrað ár, meðan modernaða menniskjan hevur eksistera í 200,000. Men Marxistar steðga ikki har, tí júst henda fatanin, at superstruktururin er tann einasti rætti, syrgir fyri at superstruktururin eisini upprættheldur økonomisku basuna. Tað vil siga at kapitalistiska økonomiska skipanin gevur uppreisn til ein kapitalistiskt ideologiskan superstruktur, sum aftur upprættheldur basuna. Hetta kann sigast at vera eitt dialektiskt forhold. Hetta er eitt evni vit koma til seinni í røðini.

Venda vit okkum til Føroyar kann tað vera freistandi at lýsa føroysku sosial demokratisku skipanina sum okkurt slag av sosialismu, vit hava hóast alt ein sterkan stat og høgan skatt. Men hyggja vit at framleiðsluháttinum, síggja vit at hann er júst tann kapitalistiski sum vit í hesum partinum hava gjøgnumgingið. Kapitalistiska ideologiin gjøgnumsúrgar samstundis allar institutiónir, tað eru t.d. ongir politiskir flokkar sum bjóða skipanini av á nakran týðandi hátt. Stórkapitalur fær samstundis framíhjárættindi til tilfeingi frá politisku skipanini.

Á tann hátt er bæði útnyttingin av arbeiðaranum sum er innbygd í økonomisku basuna, og upprætthaldanin, bæði ideologiskt og politiskt av hesi somu basu ein sjálvstyrkjandi sirkul.