← Lesarabrøv
Ástøði · Lesarabrøv

BÚSKAPARVØKSTUR FYRI HVØNN?

Búskaparvøkstur hevur sett sín dám á allar partar av tilveruni hjá vanliga borgaranum, men merkir vanligi føroyingurin tann vøksturin, hann skapar?

Búskaparvøkstur hevur sett sín dám á allar partar av tilveruni hjá vanliga borgaranum, men merkir vanligi føroyingurin tann vøksturin, hann skapar?

Á grafinum niðanfyri síggja vit eina samanbering millum virðisøkingina í føroyska samfelagnum fyri hvønn arbeiðsvirknan føroying og vøksturin í real lønum fyri hvønn arbeiðsvirknan.

Produktivitetsvøkstur móti vøkstri í real lønum

Grafurin gevur ábending um eina gongd í føroyum, sum eisini er at síggja í nógvum OECD londum, at ein gjógv kemur millum hesi mátini; at virðisøkingingin veksur skjótari enn real lønirnar. Hesin tendensurin er enn greiður, hóast milliónalønir eru taldar við í hesum mátinum.

Á grafinum sæst at veksur virðisøkingin pr. arbeiðsvirknan skjótt, hava lønirnar torført við at fylgja við, men tá ið virðisøkingin stagnerar klára lønirnar at vinna inn eitt sindur av muninum, men ikki allan. Ein møgulig frágreiðing er, at fakfelagsrørslan eigur ein lut í at lønirnar klára at innheinta ein part av muninum, teirra krøv eru jú ikki heft at produktivitetinum.

Hóast tað, gevur grafurin eina greiða ábending um, at føroyski arbeiðarin ikki fær ein proportionalan part av vinninginum av egnari øktu virðisskapan; hann fær minni og minni part. Vinningurin av økta produktivitetinum tykist fara, í alsamt størri mun, til kapitalin, í form av profitti, rentum, vinningsbýti og til enn størri íløgur.

Hetta er als ikki ein tilvildarlig gongd, sum sprettir úr ongum. Heldur, er hon úrslit av kvørkratakinum, sum kapitalur hevur á politisku skipanini.

Samstundis sum politiskar avgerðir geva kapitalinum alsamt betri sømdir, verður torførari hjá vanliga fólkinum at seta samband millum tann abstrakta búskapin, sum tey framleiða fyri, og teirra materiellu umstøður; serliga tí at tann vøksturin, sum serliga og í enn størri mun gagnar kapitalinum, ikki kemur nóg væl til sjóndar í liviumstøðunum.

Tað er vert at hyggja at hvar pengarnir fara. Hyggja vit at vinningsbýtispartinum av inntøkum(BFI) er hesin frá 1998 til 2024 vaksin úr 1.3% upp í 24.6%

Spurningurin sum stendur eftir er, hvønn arbeiða føroyingar fyri, seg sjálvar ella onkran annan?

Búskaparvøkstur hevur í langa tíð veri av hægstmettu málum menniskjans, og tað er als ikki løgið; fyri at uppbyggja framleiðslukreftirnar hevur hann veri neyðugur.

Men

Tíðin er búgvin at vit flyta fokus frá eini øsing um vakstrartøl og prosent, til spurningin um, hvør fær ágóðan.

Búskaparfrøðingar greina tøl og spyrja hvat hendir, men alt ov sjálvdan spyrja vit hvønn tað hendir fyri. Arbeiðarin skapar virði, tí má treytin fyri vøkstri vera at hann kemur arbeiðaranum til góðar, tí búskaparlig framgongd uttan sosiala framgongd er týdningarleys.

Búskaparvøkstur hevur ikki ein íbornan ringleika, men samstundis hevur hann eiheldur ein íbornan góðleika. Búskaparvøkstur er góður og gagnligur um hann kemur okkum øllum til góðar. Um ikki, so er hann bara eitt amboð hjá teimum ríkastu at blíva enn ríkari.