Ein fiktivur trupulleiki stýrir føroyskum politikki
Í vikuni legði Norðlýsið eina greining út av nýggju veljarakanningini hjá Portalinum, sum vísir at fólkaflokkurin fær framgongd.
Norðlýsið samanber við fólkatings valið, serliga úrslitið hjá Sjúrði Skaale, og kemur til niðurstøðuna at:
“Fólk eru bangin fyri at missa sítt land. Tann flokkur (ella persónur), sum tekur ta kensluna í álvara, hevur eisini møguleika at vinna teirra álit.”
Tað sum ikki verður nevnt er, at samstundis sum veljarin óttast at missa sítt land til islamismuna, sum í veruleikanum als ikki er ein vandi í føroyum, so velur veljarin at missa landið til kapitalistin.
Islamisman er ein fiktivur trupulleiki í føroyum, men politikkarar skapa ein óreellan ótta millum fólkið, fyri egnan politiskan vinning.
Tá ið veljarin gerst bangin um henda fiktiva vandan, gera politikkararnir sær dælt av hesum og tann veruligi vandin, at vit missa landið til kapitalistin, verður bara eitt biprodukt av, at vit velja sum vit velja.
Í einum kapitalistiskum samfelag, við tí yvirskipaðu skipanini sum uppstendur úr økonomisku grundini, er ein sjálvvirkandi tilgongd sum syrgir fyri, at kapitalistisku institutiónirnar, harundir politiska skipanin, skúlaskipanin og miðlarnir, arbeiða fyri at koyra arbeiðaraklassan í tvíningar, fyri at verja skipanina sum hon er.
Hesar institutiónirnar skapa fíggindar millum arbeiðarar, og syrgja á tann hátt fyri, at fokus verður á hesum fiktivu ósemjunum heldur enn á felags áhugamálunum hjá arbeiðaraklassanum, at koppa kapitalistisku skipanini.
Les greinina hjá Norðlýsinum her: https://nordlysid.fo/veljararnir-skilja-folkaflokkin-greinararnir-skilja-ikki-veljararnar/