← Lesarabrøv
Ástøði · Lesarabrøv

Ein veðleiðing til hvussu man avtekur vælferðarskipanir

  1. Avmarka skipanina. Sig: ‘Vit tíma ikki at geva veitingar til tey ríku, tað kunnu tey sjálvi gjalda fyri’. Avmarka tó skipanina soleiðis at tey ið fáa miðalløn eisini skulu gjalda. Tað mást tú sjálvandi eisini gera reglur fyri, soleiðis at tey røttu fáa og tey skeivu ikki fáa.
  2. Finn útav at ein brøkpartur snýtir soleiðis at tey kunnu fáa veitingina. Sig: ‘Tað kunnu vit ikki liva við, tað má revsast hart!’ Ger tí strangari reglur og meira drúgvar mannagongdir fyri hvussu man fær veitingina.
  3. Brokka tær um tær drúgvu mannagongdirnar. Sig: ‘Har eru for nógvar reglur, og vit brúka alt for nógvar pengar uppá at hándhevja tær. Vit mugu avbureaukratisera.’ Ger einki við tað, tí tú veitst at færri reglur merkir meira snýt.
  4. Sig hart: ‘Tað privata er nógv betri til at skipa arbeiðið. Hví lata vit ikki tey skipa veitingina.’
  5. Privatisera veitingina. Tínir vinir tjena kassan, og tað kemur tú nokk eisini til tá tú ert liðugur við politikk.

Universalar skipanir eru grundleggjandi fyri vælferðarsamfelagið. Teirra einfeldi er tað sum ger tær ringar at avtaka. Men byrjar man bert á fyrsta stigið, gerst næsta stig tað lættari. Taktikkurin er ‘divide and conquer’, og bert við at standa saman kunnu vit vinna yvir tí.

Oh well…

https://www.information.dk/indland/2026/10/regeringen-skabte-falsk-fortaelling-su-besparelserne