Ein yðjandi dupult moralur skuggar yvir vesturheiminum
Flest øll sum eru eitt vet eldri enn eg, minnast tá ið twin towers í New York vórðu álopin 11. septembur 2001. Tey flestu minnast hvar tey vóru tá ið tey hoyrdu um tað fyrstu ferð, og vit sum vóru ov ung hava hoyrt søgurnar. Men hvat ger hendingina so serstaka?
Umleið 3000 amerikanarar vórðu dripnir, og verður tað sæð í vesturheiminum, sum størsta tragedian í nýggjari tíð. Men 3000 kemur ikki upp á knøini á teimum 4.7 milliónunum sum Amerika og tess allieraðu hava dripið í miðeystri síðani, ella tey hundraðtalstúsund um ikki milliónir í farnu øld.
Samstundis verður 7. oktobur, av nógvum, lyftur upp á sama støði sum 11. septembur, og verður ofta lýstur sum størsta álopið á jødar síðani Holocaust; ein sera týdningarleys útsøgn. Tey hundraðfalda dripnu í Gasa eru tó bara neyðug offur.
Men
Óansæð hvussu stórur og sterkur tú ert, um tú slært onkran nóg ofta, so slær hann aftur. Hvørki álopið á twin towers ella 7. oktobur hendu í einum vakumi. Báðar hendingarnar vóru ósvitaliga úrslitið av tíggju- um ikki hundraðfaldaðu ræðuleikum, kríggsbrotsverkum, hópdrápum og torturi hjá okkara allieraðu.
Amerika og Ísrael hava, í seinnu helvt av seinastu øld og ikki minst síðani 00’ini, hópframleitt terroristar. At viðganga tað er ikki ein stuðul av terrorismu, men er, at koma til eina niðurstøðu sum ikki slepst undan.
Havið í huga, at í kvøld, sum allar aðrar dagar seinastu trý árini, fara fleiri palestinar í song, sum í dag hava mist ein familjulim ella fleiri. Hvønn dag minnast palestinar tey dripnu sum vit minnast 11. septembur.
Taka vit lægsta estimatið av dripnum í Gasa seinastu góðu trý árini, t.e. einans tey sum eru staðfest dripin, eru tað 74.544, tað eru næstan 67 um døgnið. Tað vil siga, at tað hava seinastu trý árini veri 24 tíðarinterval harí líka nógvir palestinar eru dripnir sum í álopinum á twin towers.
So, ímynda tær, tá tú minnist 11. septembur sum var tað í gjár, hvussu væl ein palestini minnist eitt ella fleiri av hesum 24 intervallunum, tá ið øll familjan varð útruddað.
Gamaní er tað, at virða eitt lív meira enn eitt annað sera menniskjaligt og slepst ikki undan, men at virða trýtúsund sivil hægri enn tíggjutalstúsund, hundraðtalstúsund ella milliónir er ALTÍÐ ein moralsk falliterklæring, óansæð virðir.