← Tíðindi
Tíðindi · Altjóða

Fólkamorð í tølum 1

Deyðstøl, særd og oyðileggingar í Gasageiranum.

Í næstan trý ár hevur Ísrael framt fólkamorð í Gasageiranum móti palestinska fólkinum, og í hesi somu trý árini eru deyðstølini vaksin dag um dag.

Longu 12. oktobur 2023 hevði Ísrael dripið fleiri menniskju enn Hamas og aðrir vápnaðir felagsskapir drupu tann 7. oktobur.

Næstan trý ár seinni eru í minsta lagið 74.018 dripin tað svarar til 68 menniskju um dagin, harav minst 20.179 børn, sum svarar til um 18 børn um dagin.

Minst 175.079 eru særd, og fleiri enn 400.000 bústaðir eru oyðilagdir.

Yvir 1,9 milliónir menniskju eru tvangsflutt inni í Gasageiranum, meðan nærum 60% av fólkunum í Gasa hava mist sítt heim.

Ísraelski staturin er drigin fyri altjóða dómstólin ICJ í Hague, fyri brot á fólkamorðskonventiónina, men enn er ongin avgerð í málinum.