← Tíðindi
Tíðindi

Føroyar á vitlíkisvognin; umhugsni er neyðugt

Um heildarætlanina fyri vitlíki, óvissu í produktivitetsmetingum og møguligar samfelagsavleiðingar.

Fíggjarmálaráðið hevur boðað fíggjarnevndini frá, at ein heildarætlan um vitlíki kemur í hesum mánaðinum skrivar Kringvarpið, men spennandi verður at síggja um neyðuga umhugsni er tikið við. Fíggjarmálaráðið sigur at vitlíki kann økja um produktivitet, sum kann hava við sær betri tænastur ella sparingar í almenna sektorinum.

Trupulleikin við slíkum ætlanum er at tú uppstillar eitt roknistykki sum í veruleikanum er ógjørligt at uppstilla, tí ongin veit hvørja ávirkan vitlíki hevur ella fer at hava í framtíðini. Tá er neyðugt at redusera roknistykkið til ógvuliga einfaldar metingar sum ikki eru bygdar á menningina hjá vitlíki, tí ongin kennir menningskósina. Tá er stórur vandi fyri at antin yvirvurdera ella undirvurdera týdningin sum vitlíki fer at hava, ella produktivitets ávirkanina sum tað fer at hava.

Kringvarpið skrivar at danir hava sett sær fyri at vitlíki skal svara til arbeiðskraft hjá 30.000 starvsfólkum innan tíggju ár, og Kringvarpið skrivar at hetta svarar til 300 fólk í føroyum. Kringvarpið tekur ikki hædd fyri um vitlíkisskipanir skalerast lineært eftir fólkatali, og hædd verðu ikki tikin fyri møguligum munum á vinnubygnaði, arbeiðsuppgávum og gagnnýtsluni av vitlíki.

At rokna tal av starvsfólkum sum vitlíki kann svara til um tíggju ár er óansæð púra absurt. Vitlíkisserfrøðingar vita ikki, so ongin veit.

Hetta roknistykkið er so fjart frá tí sum er møguligt at rokna innan eina nøkulunda passandi óvissu, at hetta tykist ikki vera ein roynd at skilja vitlíki, men ein roynd at skunda sær út við onkrum um vitlíki fyri at royna at síggja út sum mann klárar at skilja og fylgja við menningini. Óvissan má heldur vera fokus.

Tað hava longu veri nógvar fyritøkur sum hava roynt seg við sparingum við at innføra vitlíkisskipanir, men í flestu førum hevur hetta ikki havt positiva ávirkan á vinning, enn. [1]

Tann greiningin sum mann kann vóna at síggja í heildarætlanini um vitlíki er ein greið og umráðandi gjøgnumgongd av loysnum fyri hvussu eitt samfelag loftar hægri produktiviteti sum kemst av tøkniligari menning, sparingum og møguliga eisini uppsagnum og arbeiðsloysi. Samstundis er umráðandi at tosa um hvussu ein almennur sektorur í einum landi fyriheldur seg til oligopolsku náttúruna av vitlíkissektorinum. Um avhængigheitin av tólum hjá fyritøkum sum hava ein ónátúrligan møguleika at økja um prísir og seta treytir, er rætti vegurin fram.

Ein heildarætlan um vitlíki í dag má vera bygd á og við fokus á tað sum vit ikki vita heldur enn tað sum vit vilja halda. Hon má samstundis greina hvussu serliga tær negativu samfelagsavleiðingarnar, sum kunnu spretta úr eini so slóðbrótandi tøkni, skulu handfarast. Tað er umráðandi at stórar avgerðir ikki verða tiknar bert fyri sparingar, tí tá kann arbeiðarin skjótt verða gloymdur, hóast tað er hann sum í síðsta enda skal liva við avleiðingunum. Hvønn leist fíggjarmálaráðið hevur valt í síni ætlan má tíðin vísa.

Les greinina hjá Kringvarpinum her: [2]