Frankaríki kókar; tað sum miðlarnir ikki siga - Ein longri greining
Ein longri greining av mótmælunum í Frankaríki, klassamótsetningum og tí, sum miðlarnir ikki siga.
Sum flest øll hava sæð og hoyrt hava tað seinastu vikurnar veri stórar mótmælisgongur í frankaríki. Sjónbond av saman brestum við løgregluni florera á sosialum miðlum, og ónøgdin tykist vera størsta søgan hjá flest øllum miðlum í hesum døgum. Men hvat snýr stríði seg veruliga um? Siga miðlarnir okkum alla søguna? Hesum spurningum fari eg at royna at svara í hesi greiningini.
Mótmælisgongurnar byrjaðu síðst í septembur, tá vóru tað unglingar, skúlanæmingar, sum fóru út á gøtuna at mótmæla vánaligar skúlaumstøður. Síðani tað, hevur “rørslan” breitt seg at fevna um arbeiðarar, fakfeløg og pensionistar, og hevur ment seg til eina generella ónøgd av vánaligum liviumstøðum, høgum livikostnaði, vánaligum almennum tænastum og búskaparligum ójavna. 17. oktobur samlaðust allir veingirnir av hesi spontanu rørsluni til mótmælisgongur í øllum frankaríki. Hundraðtalstúsund møttu.[1 ]
Tað sum ofta verður lagt fram í miðlum og á sosialum miðlum, er ein fatan, at stríði, sum vit øll verða bombarderaði við, sprettir bara úr eini ónøgd til hendan og handan politikkin, men grundin er nógv djúpri enn so. Tí gamaní kunnu borgarar í einum landi mótmæla ávísum politikki, men tá ið ein so stór mobilisering tekur seg upp sum í dag í frankaríki, er talan helst um ónøgd av systemiskum trupulleikum heldur enn um eina fragmenteraða ónøgd.
Tað er vist, at ávísir politikkir í frankaríki skapa stóra ónøgd. Fíggjarlógin fyri 2027 leggur fram ein 54 milliarda euro pakka við lækkanum av almennum útreiðslum, og skatta broytingum. Í fíggjarlógini verður samstundis lagt fram at frysta lønina hjá ávísum almennum starvsfólkum.[2 ]
Men tað er ógjørligt at skilja ein uppreistur, sum tann í Frankaríki í dag, uttan at hyggja at klassum í Franska samfelagnum. Tí tað sum mótmælisfólkini mótmæla er ikki at onkrir pengar verða nýttir her og der, men tann systemiski trupulleikin at ábyrgdin av búskaparliga haldførinum verður løgd á arbeiðaraklassan heldur enn har sum ríkidømi liggur, t.e. hjá kapitalinum. Gjøgnum “austerity” ger franski staturin greitt, at hann prioriterar kapitalistiska akkumulatión fram um at nøkta tørvin hjá arbeiðaraklassanum. Hetta ger hann greitt tá hann velur at skerja arbeiðararættindi, økja um skattin á vanliga arbeiðaran, og skerja almennar útreiðslur.
Tað eru, sum vit ofta hava veri inni á, ávísir mótsetningar sum gera seg galdandi í einum og hvørjum kapitalistiskum samfelagi. Ein er, at arbeiðarin framleiðir vørur og tænastur, men hevur ikki ræði á hvussu tað ríkidømi sum kemur burturúr verður fordeilt. Hesin mótsetningurin styrkist tá ið prísir í samfelagnum hækka, meðan lønirnar verða frystar ella stagnera; tá leggur arbeiðarin merki til, at hann faktiskt ikki hevur eina ávirkan á sína egnu framleiðslu. Hetta er ein av undirliggjandi mótsetningunum í stríðinum sum vit síggja í frankaríki í dag.
Eisini er mótsetningurin millum tørvin hjá vanliga borgaranum og privata akkumulatión. Almennar tænastur sum skúlaskipanin, heilsuverkið og infrakervið krevja pengar, tað eru pengar, sum annars kundu veri nýttir til privatar investeringar. Hesin mótsetningurin styrkist nógva staðni í Evropa. Niðurlagingin av almennum tænastum, spreiðir seg skjótt, eitt annað dømi er NHS í Bretlandi. Samfeløgini hava ment seg frá, at almennu tænasturnar vóru neyðugar fyri at basa ónøgdini í samfelagnum, til, at nú kunnu tær verða skerdar til frama fyri kapitalin; og mótsetningurin í demokratisku skipanini, millum demokratiska ræði hjá vanliga arbeiðaranum, og ta óproportionelt stóru ávirkanina sum kapitalurin hevur, syrgir fyri, at staturin tekur avgerðir til frama fyri kapitalin heldur enn breiða meirilutan, arbeiðaran.
Tá ið mótsetningarnir í einum samfelag, fleiri í senn, styrkjast á hendan hátt er sjálvsagt at ónøgdin breiðir seg. Tá hevur staturin eitt amboð, tað er løgreglan. Tí løgreglan í einum kapitalistiskum samfelag arbeiðir, per definitión, fyri statin; tær lógirnar sum politiska elitan setur í verk, eisini við lutfalsliga stórari makt hjá kapitalinum, eru tær sum løgreglan virkar eftir. Hetta er ikki ein feilur við skipanini, men innbygt í hana. Vit síggja óproportionelt ógvusligu handfaringina hjá løgregluni. Í fult útgjørdum uniformi, við táragassi og øðrum, síggja vit hvussu løgreglan verjir ognir og áhugamálini hjá statinum og kapitalinum.
Tað sum hendir í frankaríki í dag er sera áhugavert frá einum marxistiskum sjónarhorni, tí at rørslan hevur í ein vissan mun flutt seg frá tí sum sosialistar kalla “class in itself”, at fólk í somu búskaparligu støðu ikki neyðturviliga síggja, millum sín, felags endamál, til “class for itself”, at ymsar rørslur koma saman um og arbeiða fyri at uppnáa felags endamál. Vit síggja tá ið skúlanæmingar, arbeiðarar og pensionistar koma saman um felags endamál, at rørslan við eitt verður styrkt.
Tað er tó vert at nevna, at útfrá tí, sum vit inntil víðari hava sæð í Frankaríki, er torført at ímynda sær eina støðu har henda rørslan fær stóran kollveltandi týdning; týdningurin er tó ikki ongin, kvantitativar broytingar kunnu viðvirka til menningina móti eini kollveltandi kvalitativari broyting, men sum Lenin legði dent á, er vreiði og spontanur uppreistur ikki nokk; støðuføst politisk organisering má liggja handan, annars verður rørslan koppað av statinum, mótmælisfólk missa áhuga og nógv tora ikki at halda á, og mest av øllum, uttan politiska organisering, verður endamál, leiðsla, framferðarháttur osfr. sera ógreitt.
At enda, miðlar, serliga teir sum vit kenna væl, eru væl útgjørdir til at lýsa støður gjøgnum tær mikromekanismurnar og hendingarnar sum fara fram. At ein journalistur verður raktur við táragassi, er ein stór søga, men tað sum er undirliggjandi, kemur sjálvdan til sjóndar. Tær mekanismurnar, sum altíð, í øllum samfeløgum hava skapt ónøgd, menning, og onkuntíð enntá kollveltandi broytingar, verða sera ofta gloymdar. Hetta er ikki av óvart, men tí, at kapitalistiski superstruktururin loyvir teimum ikki; hann loyvir ikki at tað er ov lætt hjá fólkinum at seta samband millum sína støðu og trupulleikarnar við skipanini. Hetta ger seg galdandi í miðladækninginum um mótmælini í Frankaríki og er vert at hava í huga.