← Lesarabrøv
Ástøði · Lesarabrøv

GLOBALA BÝTIÐ

Vit í globala norðurpartinum, hava eini ófatilig evni at seta okkum sjálvi í sentrum.

Globala norður- og suðurparturin

Vit í globala norðurpartinum, hava eini ófatilig evni at seta okkum sjálvi í sentrum. Hetta gera vit í so stóran mun, at mest sum allur heimurin verður ein stórur blindvinkul.

Hóast meginparturin av heimsíbúgvunum búgva í globala suðurpartinum, tykist okkara hugaheimur ikki røkka útum okkara part. Miðlarnir, skúlaskipanin og politiska skipanin, síggja til, at øll tey, sum ikki deila okkara virðir eru, fyri okkum, týdningarleys.

At vit fortrongja størsta partin av heiminum, merkir ikki at kapitalistisku institutiónirnar hava gloymt um globala suðurpartin, tvørturímóti, tað er hóast alt nógv virði at heinta í hesum londum.

Hetta fyribrigdi loyvir teimum nevniliga, uttan at vit spyrja ov nær, at høgga tilfeingi úr triðja heiminum, ikki minst mest umráðandi tilfeingi av øllum: arbeiðskraft.

Nógvar royndir hava veri at forklára ófatiliga globala ójavnan, tær flestu dálkaðar av eini tráðan eftir at geva “okkum” reina samvitsku. At “hini” eru dovin ella óeffektiv, jørðin er vánalig, veðurlagið er ringt osfr., eru nakrir av vanligu forklárandi variablunum.

Men, at mesta ríkidømi er konsentrerað í okkara parti av heiminum er ikki tilvildarligt, og orsøkin er eiheldur av nøkrum íbornum í okkum ella okkara geografi. Tað er nevniliga ongin forklárandi variabul, sum er so beinrakin sum tað æviga ránið av triðja heiminum. Hesi londini eru ikki undirment men yvirútnyttað, sum stjórnmálafrøðingurin Michael Parenti plagdi at siga.

Úr sama fyribrigdi sprettir fatanin at vit hava ein íbornan góðleika í altjóða politikki. Tá ið vit fordøma onkran eru vit sannførd um at tað er tað einasta rætta, hóast flest allir heimsborgarar hava eina aðra fatan; vit lyfta okkum altíð uppum heimssamfelagið. Hetta síggja vit ofta í tildømis ST atkvøðugreiðslum, og serliga eisini í teimum positiónum sum okkara leiðarar hava tikið í altjóða politikki.

Undir núverandi skipan og okkara leiðarum er kanska vert at onkuntíð spyrja “are we the baddies”?