Grundin og yvirskipaða skipanin
Grundin og yvirskipaða skipanin
Marxistar býta samfelagið upp í tvær høvuðsskipanir. Hesar eru grundin(base) og yvirskipaða skipanin(superstructure). Grundin í samfelagnum verður í marxistiskari greining allýst sum framleiðsluhátturin í samfelagnum. Framleiðsluhátturin kann verða býttur í tveir partar. Hesir eru framleiðslusambondini og framleiðslumegin. Framleiðslusambondini eru tey sosialu sambondini, sum menniskju mugu blíva partur av fyri at framleiða, yvirliva, og á tann hátt vera før fyri at virka dag undan degi. Framleiðslumegin eru teir lutir, maskinur og rávørur, sum tilsamans skulu til at framleiða, umframt arbeiðsmegina sjálva, sum skal til fyri at framleiða. Hetta er, vilja sosialistar vera við, grundin undir samfelagnum. Hetta er eisini hátturin nýttur at býta samfelagið upp í tær ymsu søguligu samfelagsskipanirnar sum vit fara at viðgera seinni. Tann yvirskipaða skipanin í samfelagnum er so stutt sagt restin av samfelagstólunum. Tann yvirskipaða skipanin eru ymiskar hugmyndafrøðir, sum eru ráðandi eina ávísa tíð í søguni í eini ávísari samfelagsskipan. Hetta er staturin, løgreglan, mentanin, tað politiska og tað sosiala. Hetta eru familjuskipaninr, átrúnaður, moralur o.s.fr.
Í marxistiskari greining verður sagt, at ein ávís grund gevur tí yvirskipaðu skipanini uppreisn í samfelagnum. Tó er ein umráðandi partur av hesum greiningaramboðum, at grundin ikki einans varðveitir ta yvirskipaðu skipanina, men at tað er eitt dialektiskt samband millum grundina og ta yvirskipaðu skipanina; tað vil siga, at tað í eins stóran mun er tann yvirskipaða skipanin, sum varðveitir grundina. Grundin og tann yvirskipaða skipanin kunnu verða lýst við myndlinum.
Nú, ið vit skilja hetta greiningaramboðið, kunnu vit byrja at hyggja at føroyska samfelagnum og svara einum týðandi spurningi. Tá ið sosialisma og aðrir spurningar verða tiknir upp í almenna rúminum ella í vanligum samrøðum, er ein afturvendandi grundgeving frá mótstøðufólki: at kapitalisma, girnd, er menniskjans náttúra. Modernaða menniskjað hevur eksisterað í umleið 200.000 ár, og kapitalisma hevur verið til í nøkur fá hundrað ár, tað vil siga, at kapitalisma hevur verið ráðandi skipanin kring heimin í minni enn 0.25% av tíðini, sum modernaða menniskjað hevur verið til. Hvussu ber tað tá til, at summi ganga útfrá, at kapitalisma er náttúra menniskjans? Hesum spurninginum kunnu vit svara við at nýta grundina og yvirskipaðu skipanina.
Sum áður sagt, so skapar grundin eitt hugmyndafrøðiligt paradigma, ta yvirskipaðu skipanina. Tað vil siga, at kapitalistiski framleiðsluhátturin skapar í okkara tíð eina ávísa hugmyndafrøði í samfelagnum. Øll tankagongd, sum liggur uttan fyri hesa hugmyndafrøði verður sædd sum skeiv, sum gangandi móti menniskjans náttúru. Hetta er tí, at henda tankagongd liggur uttan fyri núverandi paradigma. Á henda hátt varðveitir tann yvirskipaða skipanin grundina. Júst sum kapitalisman nú á døgum tykist sum menniskjans náttúra, so tyktist primitiv kommunisma sum menniskjans náttúra, tá ið hon var tann ráðandi samfelagsskipanin. Alt frá búskaparfrøði til familjulív er lagt til rættis eftir júst hesum paradigma.
Í Føroyum virka allir teir politisku flokkarnir innan fyri karmarnar á tí yvirskipaðu skipanini. Flokkarnir til høgru virka heilt greitt innan fyri hesar karmar; men tað, sum er áhugavert, er, at sjálvt “vinstravendu” flokkarnir í føroyska politiska landslagnum virka innan fyri júst hesar somu karmar. Hetta er grundin til, at ein og hvør progressiv broyting í lóggávu innan fyri núverandi yvirskipaðu skipan verður til einkis, tí at tann yvirskipaða skipanin fer at endurreisa grundina, sum hon var.