Ísrael mest hataða landið
Í rapportini Democracy Perception Index 2026, sum er útgivin av felagsskapinum Alliance of Democracies, verða tíggjutalstúsund fólk úr 85 londum spurd hvørja meining tey hava um 132 ymisk lond. Í rapportini verður ein listi lagdur fram, sum er meiningin um 68 lond, sum fólk í øllum 85 londunum hava svarað um.
Niðast á listanum, við mest negativu meining, er Ísrael, t.e. longur niðri enn Norður Korea, Afghanistan, Iran og USA sum útgerða ávikavist næst, trið, fjórð og fimt niðastu plássini á listanum.
Í Rapportini sæst eisini at flest spurdu fólk í 65 útav 84 londum søgdu at USA er størsta hóttanin fyri heimin.
Úrslitið vísir, at vanligi heimsborgarin góðtekur ikki eitt so vældokumenterað, Amerikanskt fíggjað, trý ára langt fólkamorð. Í Føroyum er nógv sum týðir upp á at sera nógv hava eina aðra fatan.
Niðurstøðuna at Ísrael fremur fólkamorð í Gasa eru fleiri felagsskapir og aðrir kroppar komnir til. Millum onnur Amnesty International, B’Tselem, Læknar uttan Landamørk, International Association of Genocide Scholars og ein ST kanningarnevnd við Navi Pillay á odda.
Meiningin hjá heimsborgaranum svarar væl til hesa fatan, at Ísrael fremur fólkamorð.
Tak rapportina niður her: https://www.niradata.com/dpi