Ísraelsk innrás á Vestara Áarbakka
Eftir tað sum nógvir miðlar og Ísraelski staturin hava kallað eitt palestinskt terrorálop, er Ísrael fari í enn ógvusligari hernað ímóti fólkunum á ólógligt hersetta Vestara Áarbakka, serliga í Hebron økinum.
Eitt terrorálop er ein skeiv lýsing av álopinum fríggjadagin. Tað vórðu bert tveir Ísraelskir hermenn dripnir og fimm særdir, meðan ongin sivilur kom til skaða. Tá er vert at vísa á rættin givnan í altjóða lóg, til vápnastríð móti eini ólógligt hersetandi makt.
Í aftursvari til álopið hevur Ísrael gjørt eina umfatandi innrás í Vestara Áarbakka. Benjamin Netanyahu segði:
“we will destroy this place”
Ísrael er longu byrja at oyðileggja bústaðir, gíslataka palestinar í stórum mongdum og hava longu fordrivið fleiri enn 2000 palestinar.
Ísraelski mannarættindafelagsskapurin B’Tselem ávarar at álopið kann uppfylla lógarligu krøvini fyri kollektiva revsing og kríggsbrotsverk.
Umleið 800.000 palestinar í Hebron umráðinum hava veri innilæstir í økinum ímeðan Ísraelskir myndugleikar hava oyðilagt hús, handtikið/gíslatikið og avhoyrt og fordrivið palestinskar familjur.
Ólógliga álopið varð kunngjørt og byrjað fáar dagar áðrenn Ísraelska valið, sum verur týsdagin. Tað er ongin loyna at ein av mest fruktagóðu strategiunum í Ísraelskum politikki, er at fara í hernað móti palestinum fyri atkvøður. Tí passar hetta útvíðkaða álopið væl til politisku skránna hjá sitandi stjórnini.
Les fleiri detaljur her: