← Ástøði
Ástøði

Kreppuástøði: Profittstigið og ovurframleiðsla

Kreppuástøði: Profittstigið og ovurframleiðsla

Marxistisk ástøði, sum vit fara at síggja, er ikki bert ein tómur utopiskur kritikkur av kapitalistisku skipanini. Marxistisk ástøði byggir á vísindaliga gransking av samfelagnum vit liva í, og er ein stórur partur av marxistiskum ástøði, ástøðið um kreppur. Hetta ástøðið hyggur at, hví og hvussu kreppur koma í kapitalistiskum samfeløgum, og er hetta tað, vit fara at hyggja at í hesum partinum. Í endanum á partinum átti at verið greitt, hví vit uppliva kreppur, og hvussu sosialisma kann bøta um hetta. At byrja við velja vit at hyggja aftur á framleiðslutilgongdina undir einari kapitalistiskari skipan. Vit hava longu hugt at teimum ymsu faktorunum, sum gera seg galdandi í einihvørjari framleiðslutilgongd. Hesir eru konstantur kapitalur $c$, variabil kapitalur $v$ og meirvirði $s$. Samansetingin av hesum í framleiðslutilgongdini er avgerandi fyri marxistiska kreppuástøðið.

Ein kapitalistur, sum hevur eitt virki, vil altíð hava tøknifrøðiliga framgongd. Tað vil siga, vil altíð hava betri framleiðslutól, munabetri maskinur o.sfr. Hetta so, at hann kann lækka prísin á vørum og á tann hátt selja fyri lægri prís enn kappingarneytarnir. Hetta hevur við sær, at kapitalisturin ger stórar íløgur í konstantan kapital. Tá ið framleiðslutólini blíva betri og betri undir tøknifrøðiligari menning, lækkar arbeiðstíðin, sum er kravd at framleiða vørurnar, og tískil lækkar variabli kapitalurin í hesi samanseting. Hesir faktorarnir tilsamans leggja upp til, at tað verður ein menning í organisku samansetingini av kapitali, sum sær umleið út sum á ritmyndini niðanfyri.

menningin í organisku samansetingini av kapitali

menningin í organisku samansetingini av kapitali

Her síggja vit, at mongdin av konstantum kapitali økist yvir tíð, og variabil kapitalur minkar. Hendan gongdin førir til, at meirvirði minkar. Minnast vit aftur á, at variabil kapitalur er einasta keldan til meirvirði, síggja vit, at tá ið sambandið millum konstantan kapital og variablan kapital er undir hesari menning, minkar meirvirði lutfalsliga, í mun til konstantan kapital.

Lutfallið millum meirvirði og kapital kallast profittstigið(rate of profit), og kann skrivast matematiskt sum:

$$ \text{profittstigið} = \dfrac{s}{c+v} $$

Øll hendan tilgongdin, sum er løgd fram omanfyri, endar við, at profittstigið hevur lyndi til at fella yvir tíð. Hetta er ein av internu mótsetningunum í kapitalistisku skipanini, at tann nátúrliga tilgongdin í framleiðsluni førir til kreppu í skipanini. Hetta verður eftir marxistiskum ástøði sæð sum ein av faktorunum, sum at enda fara at koppa skipanini. Henda ástøðiliga útleiðingin hjá Marx er prógvað empiriskt ferð eftir ferð, og hevur tí eitt sterkt vísindaligt grundarlag í dag. Rokna vit eitt estimat av profittstiginum fyri 183 lond frá 1960 til 2019, fáa vit medianin og miðalin yvir londini, sum víst í grafinum í mynd 5.2.1

profittstigið yvir tíð við data frá PWT 10.01

profittstigið yvir tíð við data frá PWT 10.01

Her síggja vit eina greiða fallandi gongd í miðal og median profittstiginum yvir tíð. Grundin til, at miðal er so nógv hægri enn medianurin er tí, at fyri lond sum hava verið undir menning leingi, er profittstigið longu konvergera móti einum lágum virði, og eru hetta ógvuliga nógv lond. Hesin konvergensurin er umráðandi seinni røðini, tá ið vit fara at viðgera ójavnan handil. Men hetta úrslitið undirbyggir væl, empiriskt, áðurnevnda ástøði hjá Marx.

Tað eru mátar, sum kapitalistarnir royna at arbeiða ímóti tendensinum hjá profittstiginum at fella. Hesir eru við at arbeiða ímóti hesari gongdini, við at t.d. lækka lønir, soleiðis at lutfallið millum meirvirði og variablan kapital, t.v.s. meirvirðisstigið, broytist til fyrimun fyri kapitalistin. Ein annar háttur, sum kapitalisturin kann nýta fyri at arbeiða ímóti hesari gongdini er at leingja arbeiðsdagin. Hetta førir til eitt størri meirvirði og tískil hægri profittstig, men er hetta ein ógvuliga kontroversiell avgerð, serliga í sosialdemokratiskum londum, tá ið tann stutti arbeiðsdagurin eru vunnin rættindi hjá arbeiðaranum.

Harafturat kemur, tá ið variabil kapitalur og meirvirði minka samstundis, sum vørur verða framleiddar skjótari og skjótari, merkir tað at keypiorkan hjá brúkarunum lækkar, og tískil hevur brúkarin ikki ráð at keypa alt útboðið av vørum. Hetta førir til eina ovurframleiðslukreppu. Kapitalistarnir sleppa ikki av við sína vøru, og brúkarin hevur ikki ráð at nøkta sín tørv. Hetta førir til, at fyritøkur steingja ella lækka íløgur munandi, arbeiðarar missa arbeiði og verður tað torført hjá teimum at fáa endarnar at røkka saman. Hetta merkir tí, at samfelagið á ein ella annan hátt liggur lamið í eina tíð undir og eftir kreppuna. Gjøgnum kreppuna er so upp til vanliga fólkið, vanliga arbeiðaran, at byggja samfelagið upp aftur, so at sama tilgongdin kann byrja aftur. Hetta er tað, sum marxistar meina við, tá ið teir siga, at kapitalisma altíð fer at vera á veg úr og á veg í eina nýggja kreppu. At síggja at hetta er ein nátúrlig gongd í kapitalistiska samfelagnum er ikki torført, tí tað er júst sum her er forklárað, ein partur av kapitalistisku framleiðslutilgongdini, sum tað er galið við.

Hyggja vit at kreppum í Sovjetsamveldinum og samanbera við kreppur í USA, er skjótt at síggja, at kreppur vóru eitt nógv sjáldsamari fyribrigdi í Sovjetsamveldinum enn í USA. Frá seint í 1920-unum og fram til Sovjetsamveldið fall vóru tilsamans 5 kreppur, harav vóru tvær teirra eitt beinleiðis úrslit av 2. veraldarbardaga2 , har Russland var tann tjóðin í Evropa, sum misti mest. 20 milliónir íbúgvar og ógvuliga umfatandi materiellir skaðar, sum førdu til fíggjarligar trupulleikar vóru úrslitið av einum blóðugum stríði á eysturfrontinum. Samstundis hevði USA lítið av materiellum skaðum av krígnum. Tann fimta kreppan kann forklárast út frá tí ruðuleika, sum fylgdi við upploysnini av Sovjetsamveldinum og teimum víðgongdu marknaðarbúskaparligu reformunum, sum Yeltsin innførdi. Kreppurnar í Sovjetsamveldinum vóru ikki hesar ovurframleiðslukreppurnar, sum vit síggja í kapitalistisku skipanini. Yvir sama tíðarskeið frá seint í 1920’unum til 1990 upplivdu amerikanarar 12 kreppur3 (Hetta varierar eitt sindur, alt eftir hvør indikator er nýttur) sum jú er ógvuliga nógv fleiri enn Sovjetsamveldið í hesum tíðarskeiðnum. Hetta vísir, hást nógvar trupulleikar, tað búskaparliga støðufestið í sosialistisku skipanini. Eisini síggja vit, at síðan Sovjetsamveldið fall fram til 2015 vóru 4 kreppur í Russlandi. Hetta yvir eitt tíðarskeið, sum er nógv styttri enn tað fyrr nevnda tíðarskeiðið, so tað er klárt, at síðan sosialistiska skipanin bleiv avtikin í Sovjetsamveldinum, er búskaparliga støðufestið horvið, og byrjar russiska óstøðufestið at líkjast tí í USA. Vit síggja hesar ringrásir í búskapinum sum heilt nátúrligar, men tað áttu vit ikki. Vit áttu ístaðin at hugt at einari skipan, sum næstan kláraði at útrudda hesi sveiggini og lært frá tí skipanini. Búskaparligar kreppur eiga ikki at vera ein sjálvfylgja, men eiga at vera nakað, vit arbeiða fyri at steðga.

Ávísingar

  1. Feenstra, Robert C., Robert Inklaar, and Marcel P. Timmer. “The Next Generation of the Penn World Table.” American Economic Review 105, no. 10 (2015): 3150-3182. Available for download at www.ggdc.net/pwt.
  2. Smirnov, Sergey. “Economic Fluctuations in Russia (from the Late 1920s to 2015).” Russian Journal of Economics 1 (2015): 130-153.
  3. Federal Reserve Bank of St. Louis. “NBER Based Recession Indicators for the United States from the Period Following the Peak Through the Trough [USREC].” Retrieved from FRED, Federal Reserve Bank of St. Louis. https://fred.stlouisfed.org/series/USREC, March 27, 2024.