Kubanska kollveltingin í vanda
Líka síðani kollveltingin í Kuba sigraði í 1959, hevur landi og tað sosialistiska projektið sum tað ímyndar veri fyri skotum. Longu í 1960 tá ið Kuba nationaliseraði lyklavinnur uttan samsýning, setti Amerikanski staturin sanktiónir og embargo í verk ímóti lítla oyggjarsamfelagnum. Í 90’unum vóru sanktiónirnar herdar, og altjóða partar, fyritøkur og statir, vórðu hótt við sanktiónum um hesi handlaðu við Kuba. Síðani tað hava summir amerikanskir forsetar avtikið summar restriktiónir, og aðrir hava innført aðrar.
Men kollveltingin hevur ikki áður veri í somu vandastøðu sum í dag. Trump hevur innført mangar restriktónir, mest oyðileggjandi, eina fullkomna olju blokadu á Kuba. Sambært kubanskum rapportum, hevur blokadan kosta Kuba 8 milliardir dollarar bara tað seinasta árið.[1]
Á hvørjum ári atkvøðir ST aðalráðið um at USA skal avtaka sanktiónir á Kuba, og á hvørjum árið endar atkvøðugreiðslan við yvirbevísandi stórum meiriluta fyri at tær skulu avtakast[2]
Síðani Amerikanski staturin ólógliga gíslatók Venesuelska forsetan Nicolás Maduro, og yvirtók stýringina av Venesuela, er støðan bara versnað, og førdi til eina fullkomna orku kreppu í Kuba, við óteljandi streymsvikum og oyðiløgdum tænastum og infrastrukturi sum heild.
Russland er eitt av fáum londum, sum hevur torað at brotið Amerikonsku blokaduna.[3]
Kina hevur, sum Russland, valt at hjálpa Kubanska fólkinum, men ikki við olju, við sólpanelum. Kina hevur stuðlað Kuba við 5000 sólpanelum.[4]
Men hóast onkur hjálp er at heinta á altjóða pallinum, er als ikki nokk at halda lív í Kubansku sosialistisku kollveltingini. Í juni 2026 varð lýst, at tær mat og neyðsynjarvøru ratiónirnar, sum hava virkað fyri allar borgarar verða avmarkaðar til sjúk, pensionistar og útsettar borgarar.[5]
Omaná tað, hevur Kubanska leiðslan játta at privatisera stóran part av almenna sektorinum, í eini roynd at “yvirliva” Amerikonsku sanktiónirnar. Hetta er stórsta broytingin í Kubanska búskapinum síðani kollveltingin sigraði í 1959[6]
So kollveltingin í Kuba er ikki bara í vanda, hon verður í dag systematiskt niðurbrotin uttanífrá, og við fáum lívslinjum í eygsjón kann hetta vera ein endi á kollveltingini; kollveltingini sum vendi einum samfelag frá fasismu til eitt vælvirkandi vælferðar samfelag fyri allar borgarar.
Keldur [1]:https://www.peoplesworld.org/article/new-reports-show-deadly-side-of-u-s-policies-against-cuba/ [2]:https://news.un.org/en/story/2025/10/1166213 [3]:https://www.aljazeera.com/news/2026/4/2/russia-sending-second-ship-with-oil-to-cuba-amid-us-blockade [4]:https://havanatimes.org/news/cuba-receives-a-new-shipment-of-solar-panels-from-china/ [5]:https://havanatimes.org/cuba/cuba-restricts-access-to-subsidized-food-rations/ [6]:https://www.cbc.ca/news/world/cuba-pm-economy-reforms-9.7241016