← Tíðindi
Tíðindi

Lula da Silva vunnið forsetavalið í Brasil

Sosial demokratiski forsetin í Brasil, Lula da Silva hevur vunnið aðru rundu í forsetavalinum, og hevur harvið vunnið forsetasessin fyri fjórðu ferð.

Hann vann ímóti Flávio Bolsonaro, soninum hjá Jair Bolsonaro sum ofta verður lýstar sum neo-fasist og høgra populist. Flávio Bolsonaro minnir nógv um pápan politiskt. Hann er millum annað stórur fjeppari av Donald Trump og hevur fyri kortum veri og vitjað hann í hvítu húsunum. Tað er vist, at ein sigur til hann hevði veri ein sigur fyri amerikanska imperialismu.

Lula da Silva er ein av skaparunum av tí sum vit í dag kenna sum BRICS, eitt politiskt og búskaparligt samstarv millum fleiri lond. Hann hevur ofta kritiserað dominanta dollaran í altjóða handli, og stillar seg á tann hátt upp ímóti amerikanskum yvirræði og imperialismu. [1]

Undir valstríðinum gjørdist tað greitt, at uppundir fyrstu rundu, sum Lula tapti, hevði Meta, amerikanska fyritøkan sum eigur Facebook og Instagram sensorerað leitiúrslit eftir Lula da Silva, meðan leitiúrslit eftir Flávio Bolsonaro vóru løtt at finna. Meta sigur at hetta var úrslit av tekniskum trupulleikum, men hví tað skuldi veri er torført at skilja. [2]

Tað er vert at nevna, at sosial demokratiski Lula da Silva er neyvan tann sosialistiska hetjan sum summi á vinstravonginum halda uppá, men hóast tað, er tað vist, at tað er sjálvandi rætt at atkvøða fyri Lula, framum dukkuna hjá amerikanska statinum Bolsonaro, tað eigur ein vinstrarørsla at skilja.