← Lesarabrøv
Ástøði · Lesarabrøv

Náttin tá trumpisman doyði

Vit eru mong sum við longsli hava bíða eftir hesi stundini. Stundini tá amerikanarar góvu trumpismuni eitt mótslag, eitt banahøgg. Trump er enn presidentur, men tað er klárt at republikanarar nú skulu velja ímillum totala destruktión ella nýhugsan. Samstundis er 10 ára ideologiska tómgongdin hjá demokratunum endað.

Men hvat kunnu vit læra av sigrinum?

Trúgv ikki uppá tínar egnu forteljingar

Sagt er um pusharar, at teir ikki skulu ‘get high on your own supply’. Í politikki burdi man líknandi sagt ‘trúgv ikki uppá tínar egnu forteljingar. Vit flestu hava tankar um hvussu veljarar flyta seg. Heimurin er kaotiskur, og fyri at skilja politiska kroppin gera vit forteljingar um stríð, um tað vaksandi og um tað doyggjandi. Í sjálvum er ‘trumpisman er deyð’ ein forteljing, ein sum tú náttúrliga burdi verið skeptiskur yvir fyri.

Ein av størstu forteljingunum aftaná 2024 hevur verið ‘The Vibe Shift’. Altso at tey høgravendu við sigrinum hjá Trump, høvdu vunnið kulturkampin. Republikanarar trúðu uppá tað, og broyttu tí mátan tey samskiftu teirra boðskapir. Nú handlaði tað um at vísa hvussu høgravendur man var, hvussu macho man var og vísa at man tordi at vera óndur (tað sum er blivið kallað ‘vice signaling’). Tað er bert gjøgnum hetta at vit kunnu skilja tey óndskapfullu memes Hvíta Húsið í heilum leggja út[1], tað konstanta fokusið á at ‘own the libs’ og nalvapilkaríið (síggj ‘One Big Beautiful Bill’).

Høvdu tey ístaðin tikið eitt stig aftur og sæð inflatiónina og populismuna sum forkláring, høvdu tey kanska samskift meira varliga, og ikki tapt við so nógvum.

Populisman riggar

Tað sum merkti valstríðið hjá demokratunum, var heterogeniteturin í boðskapum. Men samlað bleiv ramman stríðið millum tann lítla mannin og ta búskaparligu elituna. Tað er, sum eitt valevni tók til, ‘ikki eitt stríð millum høgra og vinstra, men millum top og botn’[2]. Tað er nú vanligt at hoyra sentristar brúka orð sum ‘techoligarkar’, og at hoyra teir lýsa búskapin sum ‘monopolistiskur’. Tað er klárt at tað hevur rigga fyri at fáa fleiri í ta demokratisku koalitiónina (m.a. veljarir í bygdarøki)[3]

Man verður straffaður fyri at bróta vallyfti

Trump lovaði ‘eingin nýggj kríggj’, hann lovaði betri búskap og hann lovaði at ‘drena sumpin’. Ting sum tey flestu munnu vera sympatisk yvir fyri, og tað eru lyfti sum Trump hevur brotið. Lyftisbrotini blivu, ístaðin fyri vulgariteturin, polariseringin og fólkastýrið (teir vanligu boðskapirnir), miðjan fyri demokratiska valstríðið. Tey tóku teir populeru boðskapirnir hjá Trump og brúktu tað ímótir honum.

Lærdómurin er tó ikki at man ikki skal lova stór ting, lærdómurin er at man skal føra tað út í lívið. Tað er t.d. Mamdami eitt gott dømi um. Hann lovaði stór konkret tiltøk, og tí at hann hevur framt tað, er hann blivin tann mest vælumtókti politikkarin í USA.

Vit hava eisini eitt meira heimligt dømi við styttingini av arbeiðsvikuni. Tað var eitt perfekt lyfti, nakað har man kundi føla at politikkur kundi betra lívið hjá einstaklinginum. Samstundis var ringt hjá høgravongurin at leypa á uppskotið. Tá tað ikki bleiv framt, bleiv tað til ein effektivan máta at leypa á Javnaðarflokkin.

Ein era er deyð, ein nýggj stendur í hurðini

Tað er ringt ikki at kenna vón um at hin post 2015 politiska era’in andar sínar síðstu andadráttir. Fasisman tapti í Ungarn, í Serbia, í Brasilia, og nú umsíður í tí imperialistisku kjarnuni. Men samstundis mugu vit ikki gloyma at tær umstøður sum leiddu til Trump, Brexit og hinar vánaligheitirnar, enn ikki eru broyttar. ‘Barberisman’ er yvirvunnin, men uttan sosialismu fer hon bert at koma aftur. Bert við hørðum arbeiði og sterkum boðskapum kunnu vit gera eina sosialistiska era møguliga.

Keldur

[1] Dømi frá Hvíta Húsinum

[2] Video á Facebook

[3] Reuters: How Democrats expanded the map and won in rural America