← Tíðindi
Tíðindi

Navi Pillay fær Nobel friðarheiðurslønina; Jenis Av Rana fekk ikki sín vilja

Navi Pillay fekk Nobel friðarheiðurslønina 2026, meðan Jenis av Rana hevði tilnevnt Benjamin Netanyahu.

Suður Afrikanski løgfrøðingurin og menniskjarættinda serfrøðingurin Navi Pillay fekk Nobel friðarheiðurslønina 2026. Navi Pillay hevur staðið á odda fyri eini óheftari ST kanningar nevnd, sum í eini rapport frá septembur 2025 [1] kom til niðurstøðuna at Ísrael fremur fólkamorð í Gaza, og sum í eini rapport frá juni 2026 [2] kom til niðurstøðuna at Ísrael enn fremur fólkamorð í Gasa, og at millum annað við at við vilja hava børn sum mál, uppfyllir Ísrael krøvini fyri intentiónini um at oyðileggja palestinska fólkið heilt ella partvíst, sum fólkamorðs intentiónin er allýst í fólkamorðskonventiónini.

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, tilnevndi kríggsbrotsmannin og leiðaran handan hetta fólkamorðið, Benjamin Netanyahu, til hesa somu heiðurslønina. ICC, altjóða revsidómstólurin, hevur álagt handtøkuboð eftir Netanyahu, fyri kríggsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini. Tað átti sjálvandi at havt avleiðingar fyri formannin í miðflokkinum, men tað tykkist ikki vera áhugi fyri tí.

KVF skrivar um tilnevningina hjá Jenisi, men nevnir ikki eitt kritiskt orð um hesa tilnevning ella um Netanyahu. Ístaðin velur journalisturin púra ókritiskt at endurgeva grundgevingarnar hjá Jenisi og hvørki meir ella minni enn tað. [3]