← Tíðindi
Tíðindi

Óerligi miðladækningurin av røðu hjá forsetanum í Nikaragua

Um miðladækningin av røðu hjá Daniel Ortega 19. juli 2026

19. Juli 2026 helt forsetin í Nikaragua, Daniel Ortega, eina røðu sum ófatiliga skjótt varð misstulka, misskilt og óerliga endurgivin í miðlum. 19. juli er ársdagur fyri sigrinum hjá Sandinista kollveltingini í 1979, tá ið brutali amerikanskt stuðlaði einaræðisharrin Somoza varð koppaður. Hvørt ár verður hesin sigurin feiraður um alt landið, og forsetin heldur eina røðu.

Ein setningur í røðuni varð skjótt av vesturlendskum miðlum tikin úr konteksti og óerligt endurgivin, sum hevur ført til ófatiligan kritik móti stjórnini í Nikaragua. Setningurin var:

“there won’t be any more elections here,”

Henda útsøgnin varð beinaveg kritiserað av nógvum vesturlendskum miðlum og felagsskapum. Við fyrsta eygnakast sær hetta eisini út sum at Ortega ætlar at niðurbróta demokratisku skipanina, forða fyri valum, og vera sitandi sum einaræðisharri. Men hetta kundi ikki veri ein óerligari útlegging av røðuni.

Í røðuni ger Ortega greitt at tað hann ynskir er at forða teimum amerikanskt stuðlaðu sum vóru partur av kvett-royndini í 2018, at stilla upp til val. Setningurin sum so óerliga er tikin úr samanhanginum, vísti til hesar landasvíkjararnar, og brotið ljóðar við samanhangi:

“But there they are, lying in wait. They would love to win elections so they could make money off the schools. But they can forget about that. There will be no more elections here, no more elections through which they can try to seize the government, seize power. And we are going to work with the National Assembly and the relevant organizations on legislation, because we must enact laws that put up a wall, a barrier, against the coup plotters and those who betray their homeland, so that no matter how much money the Yankees give them, they will not succeed! They will not succeed! They will not succeed!” 1

Umsetingin er gjørd við vitlíki, sum tekur betri atlit til ávísar orðingar enn vanliga google translate.

Røðan ella setningurin sum so ofta verður endurtikin kann ikki skiljast uttan henda samanhangin. Samanhangurin vísir hvønn Ortega umtalaði tá ið hann gjørdi hesa útsøgnina.

Parliamentið stuðlaði eisini slíkari lóggávu. Tað varð viðtikið í parliamentinum at leingja eina forsetasetu frá 6 til 7 ár, og at gjøgnum grundlógina ekskludera tey, sum vóru partur av kvett-royndini, frá øllum valum framyvir. 2

Amerikanski staturin hevur eina langa søgu við imperialistiskum politikki, harðskapi og brotsverkum móti fólkinum í Nikaragua. 3 Stjórnin í Nikaragua ger við hesum lógarbroytingunum greitt, at hon ikki góðtekur amerikanska ávirkan á hennara politikk.