← Lesarabrøv
Ástøði · Lesarabrøv

ØKONOMISKJÓLIÐ OG MIRAKKUL-SENDISTOVAN

Í hesum døgum er ramaskríggj um afturlatingina av føroysku sendistovuni í Ísrael. Um vit lata tað liggja at tað er púra klikkað at varðveita eina sendistovu í einum landi sum fremur fólkamorð, so kunnu vit hyggja at argumentunum.

Fyrst og fremst er umráðandi at siga at nógvir rabbiatir sionistar í føroyum hava funnið sær skjól handan tað økonomiska argumentið.

Steffan Klein Poulsen úr miðflokkinum vísir á at útflutningurin til Ísrael er farin úr ikki nógvum upp í væl yvir 100 milliónir síðani sendistovan lat upp.

Men hann tykist ikki leggja í at korrelatión ikki noyðist at forklára allan kausalitet. Skyldast allur eyka útflutningurin at ein føroyingur situr í Tel Aviv? Hevði Bakkafrost ikki dugað at fingið avtalur við Ísrael um ein alment løntur føroyingur ikki hjálpti teimum? Eg loyvi mær at ivast.

Ein grund kundi heldur veri at sendistovan legði upp til ein markna fyri føroysku vinnuna, og vinnan valdi at fara tann vegin. Tá er tapi av at lata sendistovuna aftur ikki tað sama, sum vinningurin at lata hana upp; ísraelskur eftirspurningur og marknaðir blíva ikki burtur tí sendistovan letur aftur.

165 milliónir krónur meira í útflutningi til Ísrael er ikki tað sama sum 165 milliónir eyka útflutningur úr føroyum, tað hevði bert veri galdandi um allir aðrir marknaðir vóru mettaðir og ongin møguleiki er at finna aðrar keyparar; tað er ein sera órealistisk fortreyt.

Tað ber eiheldur til at ganga út frá at vinningurin í útflutningsvirði heldur á við somu ferð. At lata sendistovuna upp kann hava nógv størri ávirkan enn at varðveita hana aftaná hon er latin upp.

Omaná tað fortelur volatiliteturin á útflutningsvirðinum eina meira sigandi søgu enn tølini sjálv, tí hann vísir at síðan sendistovan lat upp er virði eisini minkað úr 100 milliónum krónum niður í 12 og síðani uppaftur. Hetta gevur góða grund at vera skeptiskur um henda sendistovu-kausalitetin.

Tað er, hvussu so er, nógv torførari at vera sannførdur um orsøkina til økta útflutningin og væntaða tapi enn summi lata til.

Gamaní kann ein útflutningur á 165 milliónir krónur gagna føroyingum. Men talan er also um eina brutto upphædd, sum tænir í nógv størri mun stórkapitalinum enn fólkinum, meðan fólkið betalir fyri at dríva sendistovuna; tað er ikki neyðturviliga eitt netto pluss fyri vanliga føroyingin.

Minnist til at samanhangur er millum hesi somu, sum nú goyma seg aftan fyri økonomi argumentið og tey sum hava lutað stórkapitalinum millum eina og tvær milliardir krónur á hvørjum ári; tá hevur argumentið væl minni vekt og týðir tað upp á at okkurt annað liggur handan.

Tað vil siga, at hóast vit taka økonomi argumentið fyri fult, sum við tess fortreytum og misskiljingum neyvan er fruktagott, so er talan enn ikki um eina avgerð sum er tikin fyri teg og tína vælferð, men í besta føri fyri tíni sionistisku prinsippir.