← Tíðindi
Tíðindi

Paul Krugman setur sjóneykuna á vitlíki og ójavna

Í einum nýggjum lesarabrævi á substack, setur búskaparfrøðingurin Paul Krugman sjóneykuna á tøkniligu menningina, serliga innan vitlíki, og ávirkanina hon hevur á ójavna.

Í lesarabrævinum setur hann fokus á hvussu tøkniliga menningin syrgir fyri eini umfordeiling av inntøkum frá arbeiði til kapital. Hann nýtir dømi um hvussu kapital intensiv data sentur eru. Hann vísir á lækkandi arbeiðspart av national inntøku og hvussu henda menningin versnar við menningini av vitlíki.

Hann vísir samstundis í lesarabrævinum, júst hvussu lækkandi arbeiðspartur av national inntøku økir um ójavna, og hvussu tað í USA er vorið til ein reellan vanda fyri einum oligarkii.

At enda ger hann greitt, at menningin í ójavna hongur sterkt saman við linari skattalógum á ríkidømi og vinning, sum ofta eru komnar ígjøgnum undir republikanskum forsetum. Loysnin er, eftir hansara tykki, at ríkidømi og vinningur verður skattaður harðari.

Les lesarabrævið á substack her: https://paulkrugman.substack.com/p/ai-rising-inequality-and-rising-oligarchy