← Tíðindi
Tíðindi

Regin Jacobsen ger støðuna hjá Bakkafrosti púra greiða

Í eini samrøðu sum Regin Jacobsen gjørdi við “Med Israel for fred (MIFF)” gjørdi hann støðuna hjá Bakkafrosti, til fólkamorðið í Gasa og til Ísrael sum heild, púra greiða.

Í eini samrøðu sum Regin Jacobsen gjørdi við “Med Israel for fred (MIFF)” gjørdi hann støðuna hjá Bakkafrosti, til fólkamorðið í Gasa og til Ísrael sum heild, púra greiða.

Hann segði millum annað at:

“Vi har jo også sett i Bibelen, at den som velsigner Israel den blir velsignet, så det er også et løfte fra Gud som vi tar til oss”

Víðari gjørdi hann greitt at:

“Generelt vil jeg si at vi har den holdning at mat ikke skal være en del av blokader”

Men hann bakkaði, við eitt, tá ið tað kemur til Russisku invasiónina av Ukraina, um hana sigur hann:

“… kan det være situasjoner som kan gjøre det veldig vanskelig. Altså vi i Bakkafrost vi valgte selv å stoppe handel med Russland tre dager etter at Russland invaderte Ukraina i 2022…”

At enda lýsir hann støðuna í Ísrael-Palestina:

“Når det gjelder Israel så er situasjonen en helt annen. Israel er et demokrati, man tar demokratiske beslutninger, og i det her tilfellet som mange ser på, så er det jo en nasjon som blir invadert kan man si, eller du har terrorangrep fra en terrororganisasjon, så det kan man slett ikke sammenligne med sånn en situasjon når et land invaderer et annet land”

Regin roynir í samrøðuni als ikki at fjala sína støðu. Hann slær fast, við tilsipanini til Ísrael í bíbliuni, og við sínum misfatanum um stríðið millum Ísrael og Palestina, at hann, og Bakkafrost við, stuðla handli við Ísrael framyvir. Hann vónar eisini at sølan til Ísrael verður økt í framtíðini.

Hoyr fullu samrøðuna á facebook síðuni hjá felagsskapinum “Med Israel for fred (MIFF)”.