← Lesarabrøv
Ástøði · Lesarabrøv

Ríkmannaváðin

Í mong áratíggju hava búskaparfrøðingar og neoliberalistarnir brúkt fátækraváða, sum eitt tól at meta um, hvussu nógv fólka liva undir fátækramarkinum, og møguliga eisini um, hvør er í váða fyri at enda í fátækradømi. Skulu okur sleppa undan hesum, mugu okur snikkað samfelagið soleiðis inn, at færri og færri eru undir hesum markinum. Eitt samfelag við sosialistiskum fortreytum og skipanum, og tryggleika.

Hetta kostar pening, men politiska rákið hevur flutt seg til at sundurtaka tílíkar skipanir, tí tað kann forða fyri privatum vinningi. Somuleiðis er ósannindi um, at vinningurin skapar framburð og onkursvegna bøtir um sosiala ójavnan í einum samfelagið.

Gamaní, fátækraváðin, sum eitt tól er hent at hava, um ein skal gera eina meting ella greiða hagtøl um samfelagið, men oftast uttanum trupulleikan at samfelagið býtir ríkidømi sítt ójavnt. Samstundis, so vil neolibralistiska kapitalisman framhaldandi økja um møguleikarnar at gerast ríkari, men sviðin liggur hjá tí vanliga arbeiðaranum, sum kapitalisturin ikki vil kennast við.

Hendan hugsanin og kapitalistiska lyndið hevur virkað fyri og styrkt speculatión, og at samla ríkidømi á færri og færri hendur. Upphæddirnar nú á døgum eru ørandi, valdið er skeiklað og miðlar eru keyptir.

Í USA hava ríkmennirnir Bezos og Musk bæði ogna sær ørandi upphæddir og keypt sær politiskt vald við sínum ríkidømi. Á odda stendur høgrapopulistiski Trump, forseti. Saman hava tey bilt fólkið inn at teir berjast ímóti elitini og at teirra ríkidømi er neyðugt fyri at skapa framburð. Enntá at ríkidømi vil seyrað (trickle) niður til vanliga arbeiðaran.

Í sosialistiskum høpi, har okur skulu skapa eitt javnari samfelag, mugu okur seta skipanir í verk, sum forða fyri at ríkidømi í samfelagnum verður flutt yvir á færri og færri hendur. Ein mynd úr sagnum er um drekan sum situr á sínum fjalli av gulli og hetta er ein væl kend gongd um, hvat skal gerast við henda drekan. Samfeløg í dag, har ímillum Føroyar, hava eina absurdistiska væntan um, at hetta ríkidømi, sum er vart av beistleika og eldi, onkursvegna skapar framburð fyri samfelagið. Allar sagnir um drekar tó, leggja upp til, at drekin verður tikin av døgum, soleiðis at ríkidømið verður leysgivið.

Ikki tí tað er endamálið, men í roynd og veru at forða fyri, at okur fáa drekar yvirhøvur. Ríkmannaváðin, kann verða politiska hugsanin og tólið, sum ger just hetta.

Ríkmannaváðin er ikki bert ein ávísing um, nær ein kann tjena ørandi upphæddir, men eisini eitt politiskt tól, sum kann gera eitt hámark fyri, hvussu nógv ein kann, í roynd og veru, tjena.

Hví skulu okur hava ríkmannaváðan?

Hetta eru punktini, sum tala fyri einari tílíkari skipan.

Fíggjarligt rættvísi er eitt rættvíst samfelag, sum tryggjar eitt framhaldandi javnt samfelag. Endamálið er: minka um vaksandi ójavnan millum tey ovurríku og øll onnur. Skapa ein javnan, demokratiskan og burðardyggan búskap.

Verja fólkaræðið og forða fyri og avmarkað stóru ávirkanina hjá ríkmannastættini í politikki og miðlunum, sum tryggjar at stjórnarskipanin arbeiðir fyri øll og ikki teimum sum kunnu keypa sær vald.

Ein sovorðin politikkur fíggjar veðurlagspolitikkin og letur upp fyri millióna upphæddum, sum tørvur er á at fíggja eitt skjótt og rættvíst skifti til eina grønari framtíð.

Somuleiðis, íløgur í samfelagnum. Skapa eisini metstórar upphæddir til fígging og viðlíkahald til almennar tænastur, heilsuhjálp, skúla og infrakervið.

Hetta er ikki nakar politikkur, sum er óvanligur, tá ið okur tosað um at útjavna. Kommunal útjávning er eitt dømi og hetta er at taka sama mál og fevna um alt landið.

Hvussu kundi ein ríkmannaváði verið skipaður í Føroyum?

Føroyar hava longu eina progressiva skattaskipan (har tey sum tjena meira, betala meira í prosentum), men eitt veruligt hámark fyri ríkidømi (cap), tvs. eitt lok.

Inntøkuhámark

Í staðin fyri ein flatskatt ella ein toppskatt, sum steðgar á t.d. 50%, kundi ein sett eitt absolutt hámark fyri inntøku.

Í roynd og veru. Um ein persónur tjenar yvir t.d. 3 milliónir krónur um árið, verður alt sum er yvir hetta markið skattað við 100%.

Avleiðingin av hesum er, at tað steðgar ovurhonds stórum stjóralønum og bonusskipanum í føroyskum fyritøkum, og flutt peningin beinleiðis í landskassan. Eisini forða fyri at ognir enda á færri og færri hondum.

Útlutan av tilfeingisrentu (Alivinna og Fiskivinna)

Størsta ríkidømið í Føroyum stavar frá felags ognini: sjónum. Ríkmannaváðin kundi eisini verið skipaður sum eitt strangari og hægri gjald frá alivinnuni og fyri kvotur.

Í staðin fyri at loyva privatum feløgum at savna milliardir í tøkum peningi, kundi alt yvirskot yvir eitt ávíst prosent av íløguni farið beinleiðis í ein Føroyskan Tjóðargrunn (líkasum oljugrunnurin í Noregi). Peningurin hevði verið bundin til almennar íløgur, skúlar og sjúkrahús, so einstakir ríkmenn ikki kundu brúkt pengarnar til privata ávirkan.

Progressivur ríkisdómsskattur

Nógv ríkidømi liggur ikki í lønarinntøkum, men í virðisbrøvum og ognum sum hús og jørð o.a.t. Ein árligir skattur á t.d. 5-10% kundi verið lagdur á allar persónligar ognir, sum hava eitt virði yvir 10 til 20 milliónir krónur. Hetta hevði tvingað „drekan“ at selt burtur av gullinum í staðin fyri bara at goyma tað. Nógv yvirskot og ríkidømi verður koyrt í ogn og virðisbrøv, og verður aldri skattað.

Demokratisering

“Hvagar har stórar ognir eru, er stórur ójavni. Fyri hvønn ovurríkan mann, mugu tað verða í minsta lagi, fimm hundrað fátøk, og ríkidømið hjá teimum fáu hevur við sær fátækradømi hjá teimum mongu ” – Adam Smith, Wealth of Nations.

Hin misskilti faðirin at kapitalismuni, ella búskpapi, Adam Smith, var rættiliga varugur við, at tann sosiali og búskaparligi ójavnin í einum samfelag, hanga saman. Nakað, sum fríu marknaðarkreftirnar seinastu tveyhundrað árini við vilja hava gloymt, hugsjónarliga og politiskt.

Fyri at verja fólkaræðið, kundi eitt strangt hámark verið sett fyri politiskan stuðul. Í Føroyum lóggevast um, at fyritøkur ella privatpersónar ikki kunnu geva politiskum flokkum ella valevnum meira enn t.d. 5.000 krónur um árið. Allir flokkar skulu einans fíggjast av almennum stuðli, ella limagjaldi.

Tað er ikki neyðugt at taka dømi uttanifrá um trupulleikarnar í samfelagnum við hesum váða, sterkar fíggjarligar kreftir ávirka politikk. Í einum lítlum samfelagi sum tí føroyska er búskaparliga valdið savnað á fáum hondum innan serliga alivinnuna og uppsjóvarvinnuna

Búskaparligir og fíggjarligir gíslar. Gjøgnum hóttanir um at flyta kapital, steðga íløgum ella uppsagnum, megna stórfyritøkur at halda politisku skipanini sum gísla og broyta hugsanir í samfelagnum.

Tað neoliberala rákið hevur megnað at útflutt amerikanska dreymin og “trickle-down” mytuna beinleiðis inn í føroysku fólkasálina.

Vanligi arbeiðarin atkvøður ímóti sínum egnu búskaparligu áhugamálum, tí teimum er bilt inn, at okur mugu vísa “drekunum” virðing, tí teir skapa arbeiðspláss og framburð. Ríkidømi keypir sær pláss og ávirkan í miðlunum, og har verður skatting av teimum ríku umorðað til “øvundsjúku”, og ójavni verður umtalaður sum “nýskapan”. Fólk verða bilt inn, at um okur skatta tey ríku, so rakar tað teirra egna lokalsamfelag, tó at peningurin fer til skúlar, sjúkrahús og grøna orku.

Størsta forðingin fyri at seta eitt hámark fyri ríkidømi (ríkmannaváða) í Føroyum er, at tað búskaparliga valdið hevur megnað at keypt sær tað hugsjónarliga valdið. So mikið nógv, at bæði her heima og á altjóða pallinum, er tað vorðin ein normur, at hugsa at drekin er vinnuvinaligur og áhugaður í áhugamálunum hjá tí vanliga arbeiðaranum.

Fyri at fáa fólk við upp á ein Tjóðargrunn ella eitt inntøkuhámark, má eitt hugsjónarligt dirvi til, at fara í holt við “drekan”. Okur hava kvøðið í øldir um Sjúrð, sum vá á ormminum, og okur skulu minnast til úrslitið er, at Grani berur gullið av heiði.