← Lesarabrøv
Ástøði · Lesarabrøv

Sionisman í kreppu og tær ofta gloymdu avgerðirnar

Eitt av yndis argumentunum hjá sionistum seinastu árini hevur veri, at vit kunnu ikki kalla gerðir Ísraels fyri fólkamorð, tí ein dómstólur ikki hevur staðfest tað.

Hetta er í roynd og veru ein stremban eftir at halda fast í teirra egna sannleika, hóast øll tekin peika ein annan veg. Ein noktandi staðfesting av fólkamorðsspurninginum, annullerar, fyri sionistar, allar ræðuleikar, sum um, at fólkamorð er markið millum rætt og skeivt.

Í eini desperatari roynd at halda høvdið yvir vatnskorpuni eftir, at hava vassa longur og longur út seinastu trý árini, dúga sionistarnir uppá tað seinasta amboðið, eitt amboð við útgangsdato, at vísa á manglandi rættarliga staðfesting av fólkamorði.

Men lata vit tað liggja, at mannarættindafelagsskapir, ST serfrøðingar, fólkamorðsserfrøðingar og onnur eru í stóran mun á einum máli um, at Ísrael fremur fólkamorð, so kunnu vit hóast tað vísa, at henda sionistiska fintan ikki er meir enn ein snild undanførsla.

Tí

Argumentið, at vit ikki kunnu kalla gerðir Ísraels fyri fólkamorð fyrr enn ICJ hevur staðfest tað, er einans eitt haldbart argument, um ICJ í tínum hugaheimi hevur nakran sum helst legitimitet og autoritet og tú virðir dómstólin í onkran mun.

Men tað er lætt at vísa at tann virðingin ikki er til staðar hjá sionistum, tí tað eru nógvar, hóast ofta gloymdar, ICJ avgerðir, sum fordøma, kritiserað og delegitimisera Ísraelska framferð.

Summar av avgerðunum eru:

  1. Ein vegleiðandi meining frá 9. Juli 2004, sum kom til niðurstøðuna at konstruktiónin av múrinum í Palestina fór ímóti altjóða lóg.
  2. 26. januar 2024 setti ICJ krøv til at Ísrael skuldi gera alt at forða fyri fólkamorði og fólkamorðsgerðum í Gasa, eftir at dómstólurin kom til niðurstøðuna, at tað var møguligt at Ísrael hevði forbrotið seg ímun til fólkamorðskonventiónina.
  3. Í eini vegleiðandi meining frá 19. juli 2024 kom ICJ til niðurstøðuna at øll hersetingin av palestinsku økjunum, og yvirhøvur at Ísrael er til staðar í palestinsku økjunum er ólógligt. Kravið var at Ísrael, so skjótt sum gjørligt skuldi trekkja seg.

Tað er vert at nevna, at vegleiðandi meiningar eru, hóast ikki juridiskt bindandi í sær sjálvum, bindandi á tann hátt, at tað er altjóða lóg sum verður løgd fram og fylgd, og altjóða lóg er altíð bindandi.

Men

Ongin av hasum avgerðunum hevur flutt sionistarnar ein tumma, so, at sionistarnir í dag vilja hava øll at halda, at ein staðfesting av fólkamorði er avgerðandi fyri teir, er sera óerligt.

Sannleikin er at yndis argumentið hjá sionistum er hvørki meir ella minni enn ein villeiðandi taktikkur. Sionistarnir fjala seg handan eitt argument um altjóða lóg, so leingi sum gjørligt, tá ið onki annað er eftir.