Sosialismu heldur enn sosial demokrati
Ein spurningur sum sosialistar, serliga í vesturheiminum, mugu vera til reiðar at svara er, um sosial demokrati ikki er besta skipanin, ella um hon ikki er nóg góð.
“Vit hava tað so gott” tykist vera mottoðið í norðurlondum serliga, men “vit” hava tað bara gott um man sær burturfrá øllum teimum, sum ikki hava tað gott. Undirvird arbeiði, náttúrliga arbeiðsloysi undir kapitalismuni og ójavni syrgja fyri at ein ávísur bólkur er, hóast sosialar reformar og hóast føroyar stendur sterkt í hagtølunum, í einum vælferðar blindvinkli.
Samstundis hava “vit” tað bara gott um samanberingin er við hvussu vit fyrr hava havt tað heldur enn við hvussu gott vit kunnu hava tað. Hóast tað tykist so, so er fátækradømi, heimloysi og hungur ikki nátúrligt, óansæð um fleiri vóru fátæk fyrr.
Vit hava tað sjálvandi nógv betur enn nógv onnur, men partvís tí, at onnur hava tað ringt. Økonomisk imperialisma, ójavnur handil osfr. syrgir fyri týðandi virðisflutningi frá øðrum til okkum í sosial demokratiskum “paradísum”.
Sosial demokratii er ein temjing av kapitalismuni heldur enn at vera í kontrast við hana. Høvuðsmótsetningurin, myndaður við endaleysa stríðinum millum arbeiðsgevara og fakfeløg, er júst tann sami undir sosial demokratisku maskeringini av kapitalismu.
Tá ið kreppur raka hava sosial demokratar samstundis ikki eitt svar annað enn tær somu umberandi forkláringarnar um at kapitalismunnar kreppur eru nátúrligar, ein fatan sum bara verður góðtikin tí kapitalisman er so etsa inn í dominantu paradigmuna.
Sosial demokrati kann, við fyrsta eygnakast, tykjast ógvuliga framskygt, men framskygni røkkur ikki longri enn til fyrstu kapituleringina til kapitalistisku elituna, nakað sum als ikki er fremmant fyri sosial demokratar. Burturlutaða tilfeingisleigan er klokkuklárt dømi um maktina, sum stórkapitalurin hevur í sosial demokratisku føroyum. Milliarda virði tikin frá eigaranum, omaná lønarránið, heldur føroyskar arbeiðarar, hóast ikki í útbreiddari fátækt, niðri.
Sosial demokrati er, meir enn nakað annað, ein verja móti sosialismuni, og jú minni sosialistiska hóttanin er, jú lættari er at rulla aftur vunnin arbeiðararættindi og vælferðarskipanir. Ein gongd sum nú í fleiri áratíggju hevur staðið á. Høgrasnaringin á sosial demokratiska vonginum í føroyum er eitt greitt dømi um gongdina.
Argumentið fyri einum sterkum stati og sosialiseringini av produktión fyri arbeiðaran heldur enn kapitalin verður ofta møtt við aftursvarinum at almenn produktión er minni effektiv enn privat. Men onki íborið er sum krevur tað. Tað er rætt at kapitalisma skarar framúr í kapital akkumulatión, men effektivitetur avhongur av endamálinum. Sosial ogn av produktiónsmiðlunum hevur harafturímóti eina mekanismu at nøkta menniskjaligan trivna, tí produktiónin tá verður skipað eftir sosialum tørvi, t.e. nýtsluvirði, heldur enn privatum vinningi.
At siga at sosial demokrati er nokk, er tí at siga frá sær stríði móti útnyttingini av arbeiðaranum, stríðið móti konsentratiónini av ríkidømi á alsamt færri hondum og ójavnanum, sum er so eyðsæddur. Hetta eru ikki feilir í kapitalismuni, men íborin eyðkenni.
Øll vita at undir kapitalismuni, eisini sosial demokratisku temjingini, eru tað vanligi borgarin, sum tekur fallið tá ið skipanin svíkir, meðan arkitektarnir av kreppunum sleppa snikkaleysir frá ábyrgdini.
Tíðin er tí búgvin at taka sosialistisku amboðini fram aftur, at taka upp stríðið móti eini skipan, sum ferð eftir ferð hevur svikið, fyri at flyta okkum frá umberingum fyri eini rotnari skipan, til einar javnari Føroyar.