← Lesarabrøv
Ástøði · Lesarabrøv

Stórsigur til Demokratarnar, men hvat er í væntu?

Stórsigurin til demokratiska flokkin í USA til miðskeiðisvalið í gjár er eitt greitt tekin um ónøgdina millum vanliga fólkið, men at amerikanarar kunnu vænta munandi øðrvísi politikk er torført at trúgva.

Stórsigurin til demokratiska flokkin í USA til miðskeiðisvalið í gjár er eitt greitt tekin um ónøgdina millum vanliga fólkið, men at amerikanarar kunnu vænta munandi øðrvísi politikk er torført at trúgva.

Ráðandi frásøgan í vesturheiminum hevur leingi verið at USA er ein demokratisk fyrimynd, men tað er onki sum týðir upp á at USA er annað enn eitt tveirflokka einaræði.

Tað er so at siga ongin samanhangur millum viljan hjá vanliga borgaranum og førdan politikk í USA, meðan týðandi samanhangur er millum viljan hjá økonomisku elituni og førda politikkin.[1]

Sosial demokratar í vesturheiminum taka til, at sigurin er eisini ein sigur fyri okkum; at farliga trumpisman er feld, men demokratarnir fara, sum teir altíð hava, at verja júst somu áhugamál sum republikanararnir, hóast politikkurin verður pakkaður inn í liberalan retorikk og LGBTQ+ fløgg.

Báðir flokkarnir, republikanararnir og demokratarnir eru fíggjaðir og stýrdir av oligarkum, økonomisku elituni, og teir arbeiða í síðsta enda báðir fyri somu áhugamálum.

Trupulleikin í USA er ikki Trump ella hansara galskapur, trupulleikin er at landið er í kreppu økonomiskt, sosialt og samfelagsliga sum heild. Trupulleikin er nógv djúpri enn Trump, og nógv djúpri enn hvør hevur meiriluta í kongressini, demokratarnir ella republikanararnir.

Nógv á vinstravonginum síggja samstundis sigurin hjá Abdul El-Sayed sum tekin um ljós fyri framman. Gamaní letur sigurin hjá El-Sayed, sum sigurin hjá Zohran Mamdani, upp fyri øðrvísi retorikki viðvíkjandi Palestina og einum linari fremmandahaturi.

Men El-Sayed er minimumskravið fyri menniskjaligheit, og demokratiski flokkurin syrgir fyri at hann ikki kann vera meira enn tað fyri Palestinarørsluna og muslimar í USA. At vera frægari enn allir aðrir politikkarar í USA er tíverri ikki neyðturviliga nokk, at vera góður. Tað eigur henda rørslan at hava í huga.

Tá ið tað er sagt er umráðandi at viðurkenna at sigrarnir hjá Mamdani og El-Sayed geva ábending um at okkurt flytir seg rætta vegin hinumegin atlantshavið.

Amerikanarar hava eina skylda, fyri sær sjálvum og restini av heiminum, at skapa ein reellan valmøguleika sum hvørki er demokratiski ella republikanski flokkurin. Báðir teir stóru flokkarnir eru bygdir á blóð, fólkamorð, massamorð og tortur. Gloymið ikki at tað var demokratiski Obama, sum El-Sayed hevur brúkt í síni kampanju, sum bumbaði læknar uttan landamørk í Afghanistan.

Fyri amerikanarar sjálvar er ein triðji valmøguleiki eisini einasta loysnin at síggja tað demokratii sum teir so leingi hava reypað av. Teir merkja hvønn dag ójøvnu býtingina av ríkidømi, høga livikostnaðin, kriminalitetin og syndrandi infrakervið. Tað er tann amerikanski veruleikin, sum demokratiski og republikanski flokkurin, saman, hava bygt til fyrimuns fyri Wall Street og Silicon Valley elituna.