← Tíðindi
Tíðindi

Ukraini ákærdur fyri at spreingja Nordstream 2

26. Septembur 2022, varð Nordstream 2 gassleiðingin millum Russland og Týskland sprongd við bumbum í eystursjónum.

Beinaveg floreraðu nógvar teoriir um hvør mundi vera handan gerðina. Fleiri vesturlendskir miðlar og leiðarar vóru vísir í at Russland hevði framt gerðina, men eina grundgeving aðra enn eina “false flag” operatión var torfør at finna. Ein onnur møgulig forkláring er at hesir sóu tað, sum teir vildu síggja. Putin kallaði ákærurnar “crazy” [1]

Víðagitni journalisturin Seymour Hersh ákærdi Amerikansku sjóverjuna og helt upp á at hon í samstarvi við Norskar myndugleikar undir eini NATO hernaðarvenjing legði bumburnar. [2]

Týskir ákærar funnu sær eitt annað mál, ein pro-ukrainskan bólk, sum sambært ákæranum sprongdi rørleiðingina eftir ordrum frá Ukrainskum myndugleikum. Ákærin kallar hetta eitt kríggsbrotsverk.

Ukrainski maðurin sum í dag skal fyri rættin í Týsklandi varð útflýggjaður Týsklandi í fjør og hann noktar seg sekan. [3]